U17: Avrikið góðtikið - úrslitini ikki nøktandi

U17 dreingjalandsliðið hevur leikt tríggjar dystir í einari menningarkapping

FSF skrivar: 

 

Tað bleiv til ein javnleik og tvey tap, tá U17 landsliðið við dreingjum í seinastu viku tók lut í UEFA menningarkapping á Malta

 


– Samlaða avrikið var góðtikið, men úrslitini vóru ikki nøktandi, og tey síggja eisini keðilig út. Eg haldi tó, at tað, sum vit fóru eftir – spælið við bóltinum, og at fáa okkara leikarar at blíva tryggari tá teir eru undir ágangandi trýsti – eydnaðist hampuliga væl, og har fingu bæði venjarar og leikarar væl burtur úr.

 

Tað sigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum í seinastu viku tók lut í UEFA menningarkapping á Malta.

 

Tríggir dystir vóru á skránni, og fyri føroyska liðið gjørdist úrtøkan ein javnleikur – sum eftir brotssparkskapping endaði við sigri til Føroyar – og tvey tap.

 

Fyrsti dysturin var ímóti Gibraltar, sum endaði 1-1. Málskjútti var Jóel Tróndargjógv. Men í menningarkappingunum verða allir dystirnir avgjørdir, og tí var farið beinleiðis til brotssparkskapping, sum Føroyar vunnu 4-3.

 

Í hinum báðum dystunum tapti føroyska liðið fyrst 1-0 fyri Armenia, og síðani 4-0 fyri Malta.

 

– Vit skulu menna okkara spæl við bóltinum, samstundis sum okkara ungu leikarar skulu hava dirvið til at hava bóltin, so vit megna at flyta spælið longri fram á vøllin. Á hesum økinum sóu vit týðulig framstig, men tað kostaði í verjupartinum, sigur Christian Høgni Jacobsen.

 

Næsta uppgáva hjá U17 dreingjunum er um ein mánað, og tá gongur leiðin aftur til Malta, har EM undankapping er á skránni frá 8. til 17. apríl. Mótstøðulondini tá vera Malta, Luksemborg og Bulgaria. Skrivar FSF.