Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti spælir nú um endastøðurnar millum nummar níggju og 16 í EM-endaspælinum í Rumenia.
Fyrrapartin klokkan 10 spæla Føroyar dyst móti Ísrael.
Portalurin vísir dystin, og frásøgnin hoyrist á FM1.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 1,95 og 2,05.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,00 og 9,00.
Oddsini upp á ísraelskan sigur liggja millum 2,05 og 2,19.
HER eru oddsini:
##med2##












