Seinnapartin klokkan 17.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti triðja innleiðandi dystin í EM-endaspælinum í Rumenia.
Dysturin verður móti Sveis, ið er fremst í bólki B við fýra stigum. Føroyar og Serbia hava tvey stig hvør. Turkaland er aftast við ongum stigi.
Portalurin vísir dystin móti Sveis, og til ber at hoyra frásøgnina á FM1.
Sveis, ið hevur vunnið 50-32 á Turkalandi og 35-25 á Serbia hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum móti Føroyum.
Oddsini upp á sigur til Sveis liggja millum 1,18 og 1,26.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 10,00 og 12,00.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 4,75 og 6,10.
Klokkan 12.30 spæla Serbia og Turkaland, og har hevur Serbia eina risastóra favorittstøðu. Føroyar mugu tí vinna á Sveis fyri at hava vónir um at røkka ovara endaspælinum.
HER eru oddsini:
##med2##












