U20-landsdystir á Hálsi og á Skála komandi vikuskiftið

Ísland verður mótstøðuliðið í báðum dystunum

Samansett mynd: HSF

HSF skrivar: 

 

- Komandi leygar- og sunnudag, tann 27. og 28. juni, vera U20-landsdystir millum Føroyar og Ísland í Føroyum. Hin fyrri leygardagin kl. 16.00 á Hálsi og hin seinni sunnudagin kl. 17.00 á Skála. Hesir leikarar eru úttiknir til dystirnar og somuleiðis EM-endaspælið, sum byrjar tann 8. juli í Rumenia.

 

Málverjar:

Ingi Johannesen, Neistin

Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Henningur Rubeksen, Team Klaksvík (íslandsdystir)


Útileikarar:

Magnus Árason, Mors-Thy Håndbold

Filip Haldansen, VÍF

William Napoleon Djurhuus, H71

Jákup Egholm, TMS Ringsted

Helgi Haldórsson Fossádal, H71

Torkil Debes Dahl, EB

Jógvan Andreas Lamhauge, Neistin

Julian Joensen, H71

Lýðar í Dímun, Neistin

Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg

Fríði í Innistovu, VÍF

Erling Erlendsson, Kyndil

Pauli Hentze Rasmussen, TMS Ringsted

Jón Eyðunsson Midjord, Neistin


Venjarar hjá liðunum eru Scott Harrington og Kristinn Guðmundsson.


Vinardystirnir millum Føroyar og Ísland kunnu stroymast á live.hsf.fo. Skrivar HSF. 

 

##med2##

 

Samansett mynd: HSF

Samansett mynd: HSF