Ein ukrainskur ráðharri ávarar nú um fleiri álop móti russiskum skipum í Svartahavinum eftir fleiri álop seinastu dagarnar.
Mykhajlo Fedorov, sum hevur havt ein stóran leiklut í uppbyggingini av dronuídnaðinum í Ukraina, sigur, at fleiri álop fara at koma.
- Tað verða fleiri dronur, fleiri dronuálop og færri russisk skip. Tað er vist.
Hetta segði hann í einari samrøðu í gjár, tá hann varð spurdur um seinastu álopini kring Krim-hálvoynna í Svartahavinum.
Seinastu dagarnar hevur Ukraina framt fleiri álop við dronum og rakettum móti russiska svartahavsflotanum og kring hertiknu Krim-hálvoynna..
Frammanundan hevur Ukraina ikki viðgingið, at landið stendur aftanfyri álop á Krim, men seinastu tíðina hava ukrainar verið meira opnir um hetta.
Russland hevur viðgingið, at eitt herskip og ein kavbátur hjá teimum hava fingið skaðar í ukrainsku álopunum hesa vikuna.
Mykhajlo Fedorov sigur, at dronuframleiðslan í Ukraina er meira enn 100 ferðir størri í ár enn í fjør, og hann væntar, at framleiðslan fer at veksa uppaftur meira móti ársenda.
Hann leggur aftrat, at dronur eisini vera framleiddar, sum neyvt kunnu eyðmerkja málini, og hetta eru dronur, sum tað illa ber til at órógva elektroniskt.