- Eg ivist eitt sindur í, hví forsetin vil av við Oleksij Reznikov (mynd), tí hann verður mettur at hava gjørt eitt velduga stórt arbeiði, sigur norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug.

Ukraina fær nýggjan verjumálaráðharra

Avloysarin, Rustem Umjerov, hevur higartil staðið á odda fyri ognargrunninum hjá ukrainska statinum.

- Eg ivist eitt sindur í, hví forsetin vil av við Oleksij Reznikov (mynd), tí hann verður mettur at hava gjørt eitt velduga stórt arbeiði, sigur norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur tikið avgerð um at skifta verjumálaráðharra landsins, Oleksij Reznikov, út.

 

Tað sigur forsetin sjálvur á boðtænastuni Telegram í kvøld. 

 

- Eg havi tikið avgerð um velja ein nýggjan verjumálararáðharra. Oleksij Reznikov hevur verið við til meira enn 500 dagar við kríggi, sigur forsetin.

 

Hann heldur, at verjumálaráðið hevur brúk fyri nýggari tilgongd og øðrum hættum fyri samstarvi, bæði hernaðarliga og vegna samfelagið í sínari heild, sum forsetin tekur til.

 

Nú er tað Rustem Umjerov, sum hevur leiðsluna í ukrainska verjumálaráðnum. 

 

- Tjóðartingið kennur henda mannin væl, og Rustem Umjerov nýtist ikki nakra innleiðslu, sigur Volodymyr Zelenskyj á Telegram í kvøld.

 

Hann sigur seg eisini vænta, at tjóðartingið fer at taka undir við valinum av nýggjum verjumálaráðharra.

 

- Heystið er tíðin til at styrkja seg. Ærað verður Ukraina, sigur forsetin at enda.

 

Reuters skrivar í kvøld, at kunngeringin um, at Oleksij Reznikov nú gevst sum verjumálaráðharri, er størsta broytingin á verjuøkinum hjá Ukraina, sum er hend higartil undir krígnum.

 

Avloysarin, Rustem Umjerov, er kendur, sum maðurin, ið hevur staðið á odda fyri ognargrunninum hjá ukrainska statinum. Hann hevur eisini sitið í ukrainska tjóðartinginum.

 

Søgur hava leingi gingið um, at Volodymyr Zelenskyj hevur havt í hyggju at skifta verjumálaráðharran út, og síðst í hesi vikuni metti ein andstøðupolitikari í Ukraina, Jaroslav Zjeleznjak, at Rustem Umjerov verður nýggjur verjumálaráðharri.

 

Norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug, sum Dagbladet hevur skift orð við um skiftið í ukrainska verjumálaráðnum, sigur, at tað er umleið eitt hálvt ár síðan, at søgur fóru at ganga um, at Ukraina helst fór at fáa nýggjan verjumálaráðharra.

 

- Eg ivist eitt sindur í, hví forsetin vil av við Oleksij Reznikov, tí hann verður mettur at hava gjørt eitt velduga stórt arbeiði. Hann verður heldur ikki sæddur sum korruptur, og hann hevur verið við leingi.

 

Generalloytnanturin vísir á, at Oleksij Reznikov hevur verið verjumálaráðharri í Ukraina meginpartin av tíðini hjá sitandi forseta.

 

Spurdur, um hann heldur, at Volodymyr Zelenskyj gevur nú fyrrverandi verjumálaráðharranum partar av skyldini fyri, at mótálopini hjá Ukraina ikki hava gingið sum ætlað, sigur Arne Bård Dalhaug, at hann hevur hugsað henda tankan.

 

- Spurningurin er, hvussu beinleiðis vit kunnu siga, at verjumálaráðharrin hevur ábyrgd av gongdini. Eg haldi ikki, at mótálopini hjá Ukraina hava gingið illa, men eg haldi, at vónirnar hava verið settar ov høgt.

 

Norski generalloytnanturin vísir á, at í løtuni er ikki greitt, um Oleksij Reznikov hevur fingið fótin ella ei, og ei heldur er greitt, hvønn leiklut hann annars fer at fáa.

 

- Tað hendir av og á, at ráðharrar vera skiftir út - uttan, at hetta í veruleikanum hevur verið neyðugt. Hetta kenna vit eisini úr politikki her á okkara leiðum, sigur Arne Bård Dalhaug við Dagbladet.

 

##med2##

 

 

 

- Eg ivist eitt sindur í, hví forsetin vil av við Oleksij Reznikov (mynd), tí hann verður mettur at hava gjørt eitt velduga stórt arbeiði, sigur norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug.

Hetta er maðurin, sum nú hevur tikið leiðsluna í ukrainska verjumálaráðnum, Rustem Umjerov.