Ukrainsku mótálopini á russiskar støðir har eysturi í Ukraina hava higartil ikki givið tey heilt stóru úrslitini, men ukrainski herurin hevur tikið nakrar landsbygdir aftur frá russum hesa seinastu tíðina.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, viðgongur, at framtøkini í álopunum higartil eru smá, men hann staðfestir eisini, at tað heldur ikki hevur eydnast russum at leggja fleiri landaøki undir seg.
- Í nøkrum økjum flyta okkara herdeildir seg frameftir, og í øðrum økjum verja tær støðirnar og berja niður russisk álop, segði forsetin í sínari dagligu talu til ukrainska fólkið mánakvøldið.
Hann legði dent á, at Ukraina eingi nýggj øki hevur mist, men ístaðin hevur ukrainski herurin tikið nakrar landsbygdir aftur frá russum. Ukrainska verjumálaráðið sigur, at talan er um átta landsbygdir higartil.
##med2##
Ukrainski varaverjumálaráðharrin, Hanna Maliar, sigur, at Ukraina hevur tey størstu álopini á russiskar herdeildirnar til góðar, og hon viðgongur eisini, at russar gera alt fyri at steðga ukrainum.
- Fíggindin gevur ikki støðir frá sær við góðum, og vit noyðast at fyrireika okkum til harðar bardagar. Tað er faktiskt hetta, sum hendir nú, sigur Hanna Maliar.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi. Útlendskir miðlar vita at siga, at bæði Russland og Ukraina hava mist nógv fólk og nógva útgerð í krígnum seinastu dagarnar.