Í morgun eru fráboðanir um, at Ukraina hevur lopið á eitt valstað til russiska forsetavalið í ukranski landspartinum Zaporizjzja, sum er hertikið av Russlandi.
Boðini koma frá einum russiskt-settum embætismanni í Zaporizjzja, sum eftir russisku innrásina í Ukraina saman við trimum øðrum landspørtum vóru hertikin og annekterað sum ein partur av Russiska Samveldinum.
Ukraina hevur í morgun ikki viðmerkt álopini.
Tað er einki frætt um, at nakar hevur fingið skaða. Greitt er ikki, um atkvøðugreiðslan er steðga, og um stórur materiellur skaði hevur verið.
Valstøðini til forsetaval Russlands lótu upp í eystaru økjunum fríggjamorgunin. Tað síðstu lata aftur í kvøld klokkan 20 í vestasta økinum í Russlandi, Kaliningrad.
Russland hevur fleiri ferðir lagt Ukraina undir at royna at sabotera russiska forsetavalið við »yvirgangsvirksemi«.
Í nátt hevur Russland verið noytt at forða 35 ukrainskum dronum í átta landspørtum, søgu russisku myndugleikarnir tíðliga í morgun.
Í landspartinum Krasnodar søgdu tilbúgvingarmyndugleikarnir, at ein persónur var deyður á einum brennandi oljureinsiverki, har ein drona var dottin niður.
Zaporizjzja er ein av lanndslutunum, sum Russland hevur lagt undir seg eftir innrásina í 2022. Hinir eru Kherson, Donetsk og Luhansk.
Vesturheimurin viðurkennir lansapartarnar sum partar av Ukrana, sjálvt um Russland hevur hildið fólkaatkøvðu í økjunum um, hvørt tey skulu innlimast í Russiska Samveldið.
Meginparturin av heiminum hevur sagt atkvøðugreiðsluna vera ólógliga og ógilduga.
/ritzau/