Ukraina skal ikki leypa á Russland við Nato-vápnum

- Eg skilji ikki, hví Stoltenberg sigur slíkt, og eg haldi, at vit eiga at vera ógvuliga varin, sigur Giorgia Meloni við italskt sjónvarp í dag.

Italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, segði í dag, at hon er hart ímóti, at vápn, sum Nato-lond lata Ukraina, eisini skulu kunna brúkast í Russlandi.

 

Útsøgnin hjá italska forsætisráðharranum er eitt svar upp á eini úttalilsi hjá Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, sum The Economist hevur skift orð við.

 

Her segði aðalskrivarin, at tíðin nú er komin til, at sameind lond mugu umhugsa, í hvønn mun londini eiga at taka aftur avmarkingarnar í samband við vápn, sum londini lata Ukraina.

 

Áður hevur verið sagt, at vápn, sum Nato letur Ukraina, bara skulu brúkast í Ukraina, men Jens Stoltenberg hevur reist spurningin, um Ukraina ikki í ávísan mun eisini eigur at kunna brúka vápnini í Russlandi.

 

Jens Stoltenberg hevur sagt, at í longdini eigur tað at vera Ukraina sjálvt, sum ger av, hvussu landið ætlar at reka kríggið móti Russlandi sum hersetingarvald.

 

- Eg skilji ikki, hví Stoltenberg sigur slíkt, og eg haldi, at vit eiga at vera ógvuliga varin, sigur Giorgia Meloni við italskt sjónvarp í dag.