Ukraina snýtt: Bólturin var innanfyri

Ongland vann í gjár 1-0 á Ukraina í avgerandi dystinum í bólki D, men ukrainar eru í øðini, tí teir blivu snýttir fyri eitt mál ein hálvan tíma fyri tíð. Tað hoyrir við til søguna, at ein ukraini stóð rangstaddur í uppspælinum.

 

Venjarin hjá Ukraina, Oleg Blokhin, var í øðini eftir dystin. Hann metti at hansara menn vóru snýttir fyri eitt mál, og legði eftir teimum fimm dómarunum, sum dømdu dystin.

 

- Tað eru fimm dómarar á vøllinum og bólturin er ein hálvan metur innanfyri. Hví skulu vit hava fimm dómarar, spurdi Oleg Blokhin speiskur á tíðindafundinum eftir dystinum.

 

Oleg Blokhin gjørdist somuleiðis í øðini inn á ein tíðindamann. Hesin tíðindamaðurin hevði sambært Oleg Blokhin verið ov negativur. Oleg Blokhin bjóðaði honum útum til eina “mannfólka samrøðu” – hvat tað so merkir.

 

- Tú skuldi havt víst virðing fyri at eg havi spælt fótbólt. Hevur tú spælt fótbólt? Vís virðing fyri mær og mínum arbeiði. Ongin sleppur at finnast at mínum liðið, segði ein óður Oleg Blokhin.

 

Tá tíðindafundurin var liðugur bjóðaði Oleg Blokhin, sum var kosin besti leikari í Evropa í 1975, tíðindamanninum at koma við, men tíðindamaðurin tók ikki av tilboðnum.

 

Málið hevði ikki verið nokk til at Ukraina hevði komið víðari. Ukraina skuldi vinna dystin fyri at koma víðari.

 

(Mynd: ITV/PA)