Ígjár taptu føroysku hondbóltsmennirnir 17-35 (8-17) ímóti Danmark sum farna mikukvøld vann 30-24 (12-12) á Ukraina.
Ígjár tók Ukraina ímóti Montenegro. Ukraina vann dystin 29-24. Í steðginum var Ukraina á odda 15-12. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Ukraina til 18-12, og Ukraina helt ein greiðan mun tað sum eftir var av dystinum. Tað var bert tíðliga í fyrra hálvleiki, at Montenegro var á odda í dystinum.
Vladislav Oustroushko var toppskjútti hjá Ukraina við sjey málum. Toppskjútti hjá Montenegro var Stevan Vujovic við sjey málum.
Danmark hevur fýra stig, Ukraina hevur tvey stig, og Montenegro og Føroyar hava eitt stig hvør nú øll liðini hava leikt tveir dystir hvør.
Komandi umfar verður 10. apríl í 2019. Tá taka Føroyar ímóti Ukraina og Montenegro tekur ímóti Danmark. Ætlandi spæla Føroyar ímóti Ukraina í Skjern.