Tað er ikki hvørt orð, tú skalt svara til, og ikki hvørt gildi, tú skalt fara til.
Gamla orðatakið er hóskandi, eftir at eg havi lisið eitt framúr óseriøst lesarabrævið, sum ein løgtingslimur í Tjóðveldi hevði í bløðunum um vikuskiftið.
Undrunarvert er, at eitt menniskja – fyri at svína onnur út – setur seg at viðgera heilakyknurnar hjá øðrum. Hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí. Tað man siga rættiliga fitt um brævskrivaran.
Tann mest óseriøsa partin av lesarabrævinum fari eg at lata liggja.
Netverk og samskifti við serfrøðingar
Vamlisliga lesarabrævið finst at undirritaða, tí eg ditti mær at samskifta við skilafólk um politiskar spurningar og harumframt søki mær ráð frá serkønum samskiftisfólkum.
Til hetta er í stuttum at siga, at eg havi altíð havt eitt gott netverk. Tað er samansett av nógvum ymsum fólkum, stovnum, fyritøkum o.ø. bæði í Føroyum og uttanlands. Gott netverk tryggjar, at man sum politikari hoyrir nógv ymisk sjónarmið, og at mál verða vend væl og virðiliga.
Sjálvandi leiti eg mær eisini kunnleika hjá serkønum innan tey ymsu samfelags– og fakøkini. Á tann hátt verða politiskar støðutakanir og avgerðir undirbygdar best møguligt.
Vónandi er hetta galdandi fyri flestu politikarar her heima. Í øllum førum er hetta vanligur politiskur arbeiðsháttur aðrastaðni í heiminum. Fyri meg er heilt avgerandi, at politikarar duga at lurta.
Positivt at samskiftið gerst betur
Sama er galdandi fyri hetta at leita sær serkøna ráðgeving innan samskiftisliga fakøkið. Onki er meira náttúrligt í tíðini, vit liva í, sum er merkt av, at øll eru stórforbrúkarar av samskifti.
Í londunum kring okkum er púra vanligt, at einstaklingar, fyritøkur, áhugafeløg, politikarar og politiskir flokkar leita sær serkøna ráðgeving innan samskifti. Í Føroyum eru tíbetur fleiri – eisini politikarar – ið halda somu leið.
Fleiri munnu hava sannað, at tey, ið forsøma at samskifta væl, kunnu fáa trupult við at sláa ígjøgnum. Aðrastaðni er politiskt samskifti professionaliserað fyri langari tíð síðani, og fyrimunurin er væl saktans, at sum frá líður er møguleiki fyri at hækka støðið á politiska samskiftinum.
Eg hugsi, at hetta er ein positiv og røtt gongd, sjálvt um summi royna at gera hana mistonkiliga.
At taka sín egna heilivág
Eg skal ikki peika eftir øðrum, tí tey samskifta væl úteftir. Tvørturímóti er tað ein dygd, ið m.a. Tjóðveldi kann njóta gott av. Tann flokkurin hevur traditión fyri at gera brúk av journalistum og samskiftisfólki, m.a. í Løgtinginum. Tað er eisini ein royndur lutur, at í nevnda flokki eru ikki færri enn tveir fyrrverandi og alment settir samskiftisráðgevarar og trý fyrrverandi tíðindafólk úr Sjónvarpi Føroya.
Hetta skuldi gjarna tryggjað Tjóðveldinum gott samskifti úteftir, og tað er bara positivt.
Neyðarsligt er tað tó, at summi klára ikki at taka sín egna heilivág.
Nú kundi eg saktans hildið fram eftir tráðnum í lesarabrævinum um vikuskiftið, ið niðrandi umrøður “spunasmiðir”, “politiskar kannustoyparar”, “chefideologar” og aðrar spennandi figurar. Eg vil kortini ikki fara niður á støðið hjá honum, ið skrivað hevur.
Ikki ráð til tunlar í løtuni
Nevnda lesarabræv geva eisini eina fatan av, at undirritaði hevur eina ógreiða støðu til tvey ávís politisk mál. Veruleikin er tó ein annar.
Fyrra málið snýr seg um nógv umrødda tunnilin Norður um Fjall.
Vit eru fleiri – seinast bakkað upp av Búskaparráðnum – sum hava ta sjónarmið, at Føroyar í løtuni ikki hava ráð til at gera nakran tunnil Norður um Fjall.
Í longri tíð havi eg ført fram ta sjónarmið, at vit í Føroyum kunnu ikki halda fram við at økja útreiðslurnar og at skarva av inntøkunum, m.a. við at skerja og frysta ríkisveitingina. Búskaparliga er hetta ein vandamikil kós. At kósin eisini kostar vælferð hjá føroyskum borgarum, ger hana ikki minni vandafulla.
Tá land okkara er komið í slættari sjógv búskaparliga, kunnu vit taka spurningin um tunlar upp aftur. Men ikki fyrr enn tá, og bert um tað er skilagott fyri allar Føroyar.
Fólkaatkvøða er demokratiskur ventilur
Aftur og aftur havi eg greitt frá, hví tað er rætt, at Føroyar framhaldandi eru skipaðar í eitt valdømi. Bert fá hava sagt seg ivast í, hvat eg meini og hví.
Bert tvey ár eru liðin, síðani vit fóru yvir til eitt valdømi fyri øll. Skipanin má fáa loyvi at royna seg. Tí eigur formansskapurin í Løgtinginum ikki at koma við uppskoti um broytingar nú.?Fleiri týðandi fyrimunum eru við at skipa Føroyar í eitt valdømi:
Meira enn 80% av føroyingum búgva í einum samanbundnum øki
Kvinnuliga umboðanin í Tinginum skal økjast
Demokratiska undirskotið, har summi ikki kunnu velja allar uppstillaðar flokkar, má burtur
Valúrslit við órættvísum tingmannatali mugu burtur
Meira landspolitikkur má inn í myndina
Gamla valskipanin er leivd frá fortíðini
Hesi argument eru framvegis góð og galdandi, og tað talar fyri, at Føroyar eiga at halda fast við verandi skipan við einum valdømi fyri øll.
Kemur formansskapurin í Løgtinginum – møguliga við stuðuli frá Tjóðveldi – kortini við uppskoti um at fara aftur til eina skipan við fleiri valdømum, so fer undirritaði at skjóta upp fyri Løgtinginum, at vit halda fólkaatkvøðu um valskipanin
Um lokalpolitisku afturhaldskreftirnar ikki kunnu lata verandi valskipan sleppa at royna seg, so má føroyingurin sjálvur sleppa at avgera sína egnu valskipan. Hetta nevnist demokrati.?