Umfarið stendur í skugganum av steypafinaluni

Finalistarnir í steypafinaluni hjá monnum hava heimadyst hetta umfarið. KÍF tekur ímóti Neistanum í høllini í Kollafirði, og StÍF tekur ímóti H71 í høllini á Skála. Báðir dystirnir byrja klokkan 16 sunnudagin.

 

Birgir Hansen landsliðsvenjari, Teitur Joensen hjá KÍF og Alexandur Johansen, venjari hjá StÍF vænta allir, at hesir dystirnir fara at standa í skugganum av tí stóru uppgávuni, sum bíðar við steypafinaluni í høllini á Hálsi, leygardagin 9. februar.

 

Teitur Joensen og Alexandur Johansen undirstrika báðir, at tað er týdningarmikið fyri teirra lið at fokusera uppá uppgávuna, sum er á heimavølli ímóti ávikavist Neistanum og H71.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Birgir Hansen, Teit Joensen og Alexandur Johansen undir greinini.