Herfyri varð herverk framt á marknasteinar og marknapelar i haganum í Froðba. So umfatandi herverk á marknamerki er eindømi, og Umhvørvisstovan hevur nú meldað málið til løgregluna.
Eitt útskiftingarmál uttangarðs í Froðba hevur í eitt longri áramál verið eitt stríðsmál í bygdini. Útskiftingarmálið er sum vanligt endað við úrskurði hjá yvirútskiftingarnevndini. Men ósemjan í Froðba er sum sum tann fyrsta í nýggjari tíð endað í hægstarætti. Henda viðgerðin hevur nú vart í hálvtannað ár.
Umhvørvisstovan hevur sum matrikulmyndugleiki og eftir at hava ráðført seg við hægstarætt staðfest, at galdandi rættarstøða er hon, sum úrskurðurin hjá yvirútskiftingarnevndini kemur til. Tí eru kort og matrikul rættað samsvarandi, og nýggju hagamarkini sett.
Í vár gjørdist Umhvørvisstovan varug við, at herverk var framt ímóti fleiri av teimum nýggju markunum. Ein eftirkanning vísti, at í minsta lagi 10 markamerki (bæði koparmerki og markapelar) vórðu burturbeind.
- Tað er eindømi, at so umfatandi herverk er framt á lógliga sett marknamerki. Í Føroyum eru marknamerkini altíð vird, hóast nógvar ósemjur kunnu vera um jørð og jarðarviðurskifti, sigur Umhvørvisstovan.
Stovnurin heldur hetta málið vera sera álvarsamt, og hevur tí meldað tað til løgregluna. Revsingin fyri slíkt herverk er hørð; grein 179 í revsilógini ásetur nevniliga ein revsikarm upp til 3 ára fongsul fyri at gera seg inn á marknamerki.