info
Ongi úrslit

Umsíðir er Egon komin heimaftur

– Trúgvið mær um tit vilja, men tá ið eg var komin úr flogfarinum í Ålborg Lufthavn, fall eg til kníggja og kysti danska asfaltið.

Eirikur Lindenskov
11. juli 2020 kl. 19:30
Soleiðis sigur havnarmaðurin, Egon Andreasen, sum seinastu mongu árini hevur verið búsitandi í Hirtshals í Norðurjútlandi. Í november mánaði í fjør fór hann saman við unnustuni, Thi Tung, til heimland hennara Vietnam á vitjan. Talan var um eina langa frítíð, sum varð sett til at varða fýra mánaðir. Heimferðin skuldi upprunaliga vera 23. mars, men vegna koronu-smittuna settust tey aftur í óásetta tíð. Og henda óásetta tíðin gjørdist sum fráleið ein sonn marra. Fleiri ferðir fingu tey boð um at koma á flogvøllin, tí nú bar til at flúgva til Danmarkar, men hvørja ferð varð ferðin avlýst. Ikki fyrr enn 6. juli eydnaðist parinum at fara úr Vietnam, og tá høvdu tey verið har í nærum átta mánaðir - dupult so leingi sum ætlað. Dámdi væl Egon sigur, at hóast hann er ómetaliga fegin um at vera aftur á flatlondum, so trívist hann sum heild væl í Vietnam. Fólk eru bæði fitt, fryntlig og fyrikomandi. Unnustan eigur eini hús har, sum eru í tveimum hæddum, og har hugnaðu tey sær óført saman við familju hennara, tá ið tey vóru har. Les eisini: Egon Andreasen strandaður í Vietnam Hvørt land hevur sína mentan og siðir, og í mongum førum eru vietnamesar ikki eins og vit norðbúgvar. Til dømis hava teir onga bíðiraðsmentan. Ert tú eini ørindi á t.d. einum posthúsi, er tað hann ella hon, sum troðkar seg fremst, ið verður fyrst avgreiddur. Les eisini: Egon veit ikki nær hann sleppur heim úr Vietnam Somuleiðis ivast Egon í, um vanligi vietnamesin veit, hvat ein tummastokkur ella eitt waterpass er, tí tá ið bygt verður, verður bara bygt eftir fummum. Um húsini hella eitt sindur, ella standa skeiv, ger ikki petti – bert tey standa har. Hann veit ikki, nær unnustan og hann leita sær aftur til Vietnams, men tað verður so ikki í bræði.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

30 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

53 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

1 tími síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

1 tími síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

3 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

4 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

5 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

5 tímar síðan