Skipaflotin hjá Strandfaraskipum Landsins er so gamal, at umvælingarútreiðslur vegna slit lætt kunnu koyra fíggjarætlanina um koll.
Hetta hendi til dømis í 1998, tá fleiri ógvusliga umvælingar av teimum størru skipunum í flotanum høvdu við sær, at samlaði kostnaðurin at reka siglingina millum oyggjarnar gjørdist góðar fýra milliónir hægri enn væntað.
Í ársroknskapinum hjá Strandfaraskipum Landsins sæst, at kostnaðurin at reka oyggjasiglingina var hálva sjeyndu millión lægri í fjør í mun til árið fyri.
Hetta kemst partvís av at Skálafjarðarleiðin, sum er tann leiðin, ið gevur lutfalsliga størsta undirskot í mun til inntøkurnar, lá still ein góðan part av 1999 og soleiðis spardi Strandfaraskipum Landsins smáar 2 milliónir.
Umvælingarnar gjørdu munin
Men høvuðsorsøkin til at tað gjørdist so nógv bíligari at reka strandfarasiglingina í 1999 í mun til 1998 var, at hepnið var við Strandfaraskipum Landsins við tað at umvælingarnar av strandfaraskipunum ikki vóru so umfatandi hetta árið.
Samanlagt kostaði tað Strandfaraskipum Landins 19 milliónir at reka siglingina millum oyggjarnar í 1999. Í 1998 var hesin kostnaður góðar 25 milliónir krónur.
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Reidar Nónfjall, sigur seg vóna, at hepnið eisini fer at vera við fyritøkuni árini framyvir, so tað slepst undan stórum óvæntaðum umvælingum.
? Vit mugu bara vóna, at kostnaðurin fyri 1999 verður umboðandi fyri framtíðarkostnaðin, og at vit ikki uppliva fleiri ár sum 1998, tá nógv gekk fyri innan stutta tíð, sigur Reidar Nónfjall.
Nýggj skip hjálpa
Við nýggjari Sandoyarferju, sum nú verður bygd, og við nýggjari Suðuroyarferju, ið nú skal projekterast, er eisini væntandi, at útreiðslurnar til viðlíkahald fara at minka.
Sum er ber so at siga ikki fyritøkuni til at leggja eina fíggjarætlan fyri raksturin av sjófarleiðunum og hava vissu fyri, at hon heldur. Tað vísti árið 1998 týðuliga, tá fíggjarætlanin var 4 milliónir lægri enn veruligu útreiðslurnar gjørdust tá árið var at enda komið, orsakað av óvæntaðum umvælingum og nýggjum trygdarkrøvum.
Hóast útreiðslurnar til oyggjaleiðir vóru nakað lægri í 1999 enn fíggjarætlanin legði upp til, so fóru samlaðu útreiðslurnar hjá Strandfaraskipum Landsins nakað út um játtanina. Hetta komst serliga av, at fyrisitingarligu útreiðslurnar hækkaðu orsakað av lønarhækkan í sáttmálunum við starvsfólkini.