Unglingarnir bodnir til Køln í bundesliguni

Bæði í fyrrakvøldið og fyrrapartin í gjár vunnu føroysku u?17 dreingirnir í Leipzig, og tað hevur vakt ans aðra staðni í Týskalandi

Seinnapartin í gjár skuldi føroyska u?17 landsliðið í fótbólti spæla fjórðingsfinlu í kappingini, sum í hesi vikuni er í Leipzig í Týskalandi í sambandi við, at týska fótbóltssambandið hátíðarheldur eitt hundrað ára stovningardagin.

Venjarin Jógvan Martin Olsen var á middegi í gjár væl nøgdur við, at teir í áttandaparts finaluni fyrrapartin í gjár høvdu vunnið, men hann stúrdi fyri dystinum seinnapartin. Føroysku unglingarnir høvdu bara góðar tríggjar tímar at hvíla seg í, meðan slovakisku mótstøðumenninir høvdu gjørt burtur av sær so mikið tíðliga í gjáramorgunin, at teir høvdu tríggjar tímar meiri at hvíla seg í, og tað er ikki so lítið.

? Mótstøðan hevur ikki verið so stór í øllum dystunum, men eg má siga, at síðani eg fór at fáast við unglingalandsliðini fyrst í níti árunum, so hevur eingin árgangur staðið seg so væl og spælt so væl sumhesir dreingirnir. Teir vita, hvat tað snýr seg um. Teir hava rætta hugburðin, og teir hava sjálvsálit til úti í heiminum at gera nyttu burturúr evnunum og royndunum, sum teir hava, staðfestir venjarin.

Og tað er ikki bara venjarin hjá føroysku u?17 dreingjunum, sum heldur, at hansara lið er áhugavert. Í fyrradagin setti ein av venjarunum hjá bundasligufelagnum Køln seg í samband við føroyska venjaran. Ørindini hjá fremmanda manninum vóru at fregnast, um føroyingarnir vóru áhugaðir í mai komandi ár at taka lut í altjóða kapping, sum fýra feløg skipa fyri, ið eru í bundesliguni, og sum eru í nánd av Køln.

? Teir bjóða trimum fremmandum liðum at taka lut, og eftir at hava sæð okkara dreingir helt hann tað vera upp á sítt pláss at geva okkara liði møguleikan. Um FSF ger av at taka av innbjóðingini, so verður hetta eitt veldugt høvi hjá ungu monnunum at vísa sínar fótbóltsdygdir, meðan umboð fyri stórfeløg bæði í Týskalandi og aðra staðni hyggja at, heldur Jógvan Martin Olsen, sum ikki ivast í, at dreingirnir, sum sjálvandi hava ungdómsdreymin um at gerast yrkisspælarar, eru áhugaðir at royna stóru avbjóðingina.


Sigrarnir

I fyrrakvøldið vann føroyska liðið 4?0 ímóti einum liði úr Croatia, sum kallast Kustosija. Støðan eftir tann fyrra hálva tíman var 2?0.

? Í tí dystinum sýndi okkara lið besta spælið higartil í kappingini. Teir vóru fullir í sjálvsálitið, teir vóru væl skipaðir, og teir sýndu gott hugflog bæði í verjupartinum og í álopspartinum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Vongverjin Áki Leitisstein Hansen setti hol á í 10. minutti. Skotroynd frá Símuni Joensen varð blokerað, bólturin støkk upp í luftina og dygst uttanvert brotsteigarmarkið royndi NSÍ maðurin seg við heilfluktara, og tað sang í netinum. Í 26. minutti økti Hjalgrím Elttør. Hann spældi eitt tvey við Fróða Jóanesarson og kom leysur. Í 37. minutti økti Fróði Jóanesarson til 3?0. Uppspælið var í høgru, og NSÍ álopsmaðurin var fyrstur á flata innlegginum hjá Jann Inga Petersen.

Álopsmaðurin úr HB, Bjarni Jørgensen, skoraði síðsta málið upp á brotsspark, eftir at mótstøðumenninir høvdu felt hann.

Fyrrapartin í gjár æt mótstøðuliðið NK CELIK ZENICA úr Bosnia. Teir vóru steerkir og skjótir, og tað undrar føroyingarnar, um hesir ikki vóru eldri, enn føroysku spælararnir.

? Teir taklaðu so tað sang eftir í, og í 1. hálvleiki vóru okkara dreingir eitt sindur kroystir. Men eftir steðgin var eingin ivi um, hvat var betra liðið. Vit vunnu 2?0, og Bjarni Jørgensen skoraði bæði málini. Í 10. minutti tók ein av verjuspælarunum bóltin við arminum, eftir at uppspæl í høgru millum Gilla Haraldsen og Jann Inga Petersen var endað við innleggi frá tí seinni nevnda. Í 57. minutti var Bjarni á rætta staðnum og setti fótin undir innlegg frá baklinjuni í vinstru. Símun Joensen sendi Hjalgrím Elttør avstað, hann sneiddi tveir av sær, kom til baklinjuna og legði so út frá, greiðir Jógvan Martin Olsen frá úr Leipzig.

Liðið

Teir fyrstu ellivu vóru teir somu bæði í fyrrakvøldið og fyrrapartin í gjár: Pól Næs Joensen, B36 ? Jann Ingi Petersen, B68, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Jón Rói Jacobsen, HB, Áki Leitisstein Hansen, NSÍ ? Gilli Haraldsen, Haderslev, Hjalgrím Elttør, KÍ, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar ? Bjarni Jørgensen, HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ.

í fyrrakvøldið fór Símun Joensen, sum hevur ein lítlan løst í fótablaðnum at dragast við, út í 40. minutti, og Atli Danielsen, KÍ, loysti hann av. Í 45. minutti kom Arnfinn í Bartalsstovu, GÍ, í málið í staðin fyri Pól Næs Joensen, og í 48. minutti kom Hanus Eliasen, ÍF, í álopið í staðin fyri Fróða Jóanesarson.

Fyrrapartin í gjár fór Elfinn Ørvarodd út í 50. minutti, tá Atli Danielsen, KÌ, kom inn. Í 52. minutti kom Bárður Christiansen, HB, á vongverjan í vinstru fyri Áka L. Hansen, og í 55. minutti fór tvífaldi málskjúttin, Bjarni Jørgensen, út, og Hanus Eliasen, ÍF, kom inn.

Jógvan Martin Olsen heldur, at 1983 árgangurin er sjáldsama góður, og hann vísir eisini á, at teir, sum eru føddir í 1984, og sum hava fingið møguleikan hesa ferð, hava staðið seg sera væl. Og so skulu vit minnast til, at Kristian á Lakjuni, sum er fastur maður á besta liðnum hjá KÍ, ikki er við, tí hann plágast av skaða.

? Í Leipzig undrast tey á, at tað í Føroyum, har tað eru 45 túsund fólk, kunnu vera so nógvir hugaligir og góðir fótbóltsspælarar í tveimum árgangum. Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!

Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.

jh