United, Chelsea og Villa eru stóru vinnararnir

Premier League: Leicester skal í Evropa League, meðan AFC Bournemouth og Watford flyta niður

Seinasta umfar í Premier League hevur verið á hesum sinni. Liverpool er meistari við sigri og 99 stigum, Manchester City segði farvæl við David Silva við 5-0 sigri á Norwich, Leicester City taptu Champions League stríðið, meðan Aston Villa stóð eftir í niðurflytingarstríðnum.

Manchester United vann 2-0 á Leicester í innanhýsis dystinum um at koma í Champions League til komandi ár. Bruno Fernandez legði Manchester United á odda við brotssparki, sum er teirra 14. í hesum kappingarárinum. Tað er nýtt met. Jesse Lindgard staðfesti sigurin til 2-0. Chelsea vann 2-0 á Wolverhampton og er nummar fýra.

##med2##

Í niðurflytingarstríðnum stóð Aston Villa eftir, meðan AFC Bournemouth og Watford fóru niður. Watford tapti 3-2 móti Arsenal og tí var javnleikurin hjá Aston Villa móti West Ham nokk til at yvirliva. AFC Bournemouth vann 3-1 á Everton, men tað er ikki nokk.

##med3##

Wolverhampton er fyribils taparin í Europa League stríðnum. Teir taptu fyri Chelsea, meðan Tottenham nú fer avstað við 6. plássinum eftir 1-1 javnleik móti Crystal Palace. Vónin hjá Wolverhampton er at Chelsea vinnur FA Cup. Vinnur Arsenal FA Cup fær Arsenal eisini plássið í Europa League.

Premier League 38. umfar:

Arsenal – Watford 3-2

Burnley – Brighton 1-2

Chelsea – Wolverhampton 2-0

Crystal Palace – Tottenham 1-1

Everton – AFC Bournemouth 1-3

Leicester – Manchester United 0-2

Manchester City – Norwich 5-0

Newcastle – Liverpool 1-3

Southampton – Sheffield United 3-1

West Ham – Aston Villa 1-1

1Liverpool38323385:3399
2Man City382639102:3581
3Man United381812866:3666
4Chelsea382061269:5466
5Leicester381881267:4162
6Tottenham3816111161:4759
7Wolves381514951:4059
8Arsenal3814141056:4856
9Sheffield United3814121239:3954
10Burnley381591443:5054
11Southampton381571651:6052
12Everton3813101544:5649
13Newcastle3811111638:5844
14Crystal Palace3811101731:5043
15Brighton389141539:5441
16West Ham381091949:6239
17Aston Villa38982141:6735
18Bournemouth38972240:6534
19Watford388102036:6434
20Norwich38562726:7521