Fótbóltur
Tríggir aðrir dystir vóru eisini á skránni henda dagin, og í einum teirra var oddaliðið í ensku Premier League, Manchester United, á vitjan hjá franska Lille. United fekk eina góða byrjan uppá dystin, men so við og við kom Lille betri við. Um miðjan seinna hálvleik fekk heimaliðið bóltin í málið, men málið bleiv kolldømt, og so kundi Manchester United fáa einasta málið í dystinum løtu seinni. Teir fingu fríspark uttanfyri brotsteigin, og meðan málverjin hjá Lille stillaði múrin, sendi Ryan Giggs bóltin yvir í longra málhorn, og so var 1-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Í Hollandi tók PSV Eindhoven ímóti enska felagnum, Arsenal, og eisini í hesum dystinum kom bert eittans mál. Tað var heimaliðið, sum fekk einasta málið eftir ein góðan tíma, tá ið landsliðsleikarin frá Ekvador, Edison Mendez, sendi eitt langskot niður í longra málhorn.
Í seinasta dystinum tók Celtic ímóti AC Milan, og hesi bæði liðini samdust um javnleikin í einum dysti, sum endaði 0-0.