xLandsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur vrakað semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Orsøkirnar eru tað stutta tíðarskeiðið og lønarhækkanin, skrivar heimasíðan hjá Fíggjarmálaráðnum.
Ein eitt ára sáttmáli er ov stuttur og gevur hvørki stabilitet ella frið á arbeiðsmarknaðinum.
- Vit hava heldur arbeitt fram ímóti at fáa sáttmálaskeiðini longri, tí so er friður á arbeiðsmarknaðin í longri tíð, og tað merkir samstundis stabilitet.
- Hinvegin, at stytta sáttmálatíðarskeiðið er ein skeiv leið at halda, sigur Bárður Nielsen.
Skuldi lønarhækkanin í semingsuppskotinum verið galdandi fyri allan almenna sektorin, hevði tað kostað landskassanum ov nógv, tá ið hugsað verður um samfelagsbúskapin og hallið í landshúsarhaldinum komandi ár.
- Alternativið til lønarhækkan er at avmarka talið á almennum størvum, og tað er neyvan ynskiligt, sum búskaparligu vánirnar eru.
- Fíggjarmálaráðið var og er framvegis sinnað at samráðast víðari, so at ein semja kann verða funnin, sigur Bárður Nielsen.