Jamie Vardy áleypsspælari hjá Leicester City í Premier League er uttan iva mest umtalaði Premier League spælarin í hesum døgum. Hann hevur skotið higartil 12 mál í Premier League hetta kappingarárið. Og seinastu níggju dystirnar hevur hann skotið mál í hvørjum dysti. Skorar hann aftur í næsta Premier League dystinum hjá Leicester, so verður Jamie Vardy tann fyrsti síðani Ruud van Nistelrooy, sum skorar 10 dystir á rað í Premier League. Tað metið setti Ruud van Nistelrooy í 2003, og nú stendur hetta metið fyri falli.
Tað lá ikki í kortunum í nógv ár, at Jamie Vardy fór at gerast ein Premier League spælari, sum øll fóru at tosa um. Yrkisleiðin hevur ført Jamie Vardy heilt úr ensku 8. deild, og sjey fótbóltsdeildir upp til Premier League, heimsins best umtóktu fótbóltsligu.
Jamie Vardy er føddur og uppvaksin í Sheffield, og tað vóru sorgarboð fyri hann at fáa, sum 16 ára gamal, at gamla stórfelagið, Sheffield Wednesday ikki kundi geva honum ein lærlingasáttmála. Árini 2007-2010 spældi Jamie Vardy fyri Stocksbridge Park Steels í 8. deild, har hann skeyt 66 mál í 107 dystum. Áskoðarasnittið varð 183 áskoðarar til heimadystirnar, og tað er eitt langt lop til Premier League.
Kappingarárið 2010-2011 spældi hann við 6. deildarliðnum, FC Halifax Town, har hann við sínum 29 málum í 41 dystum hevði stóran týdning fyri liðið, sum flutti upp í fimtbestu deildina. Kappingarárið 2011-2012 spældi Jamie Vardy við 5. deildarfelagnum, Fleetwood Town, har hann skeyt 31 mál í 36 dystum. Hetta gjørdi, at Leicester, sum tá spældi í næstbestu fótbóltsdeildini fekk eygað á hann.
Síðani 2012 hevur Jamie Vardy havt sáttmála við Leicester, og onkur í talentdeildini hjá Sheffield Wednesday eigur at hava ógvuliga reyð oyru í dag, aftaná at hava yvirsæð dugin, sum er í Jamie Vardy. Tá Fleetwood seldi Vardy í 2012 fingu teir eina miljón bretsk pund fyri hann, sum tá var ein metsøla fyri ein spælara uttanfyri fýra tær ovastu fótbóltsdeildirnar í Onglandi.