Úr 8. deild upp í Premier League

Søgan um 27 ára gamla Jamie Vardy hjá Leicester er ótrúlig

Ígjár slapp tann 27 ára gamli Jamie Vardy at byrja í álopinum hjá Leicester City á fyrsta sinni í dysti í Premier League, og átti hann sín avgjørda lut í, at dýra Manchester United liðið varð søkt í einum minniligum 5-3 sigri. Við einum máli, og tveimum vunnum brotsspørkum gjørdist hann "Man of the match" í einum dysti, sum áskoðararnir hjá Leicester seint fara at gloyma. 

 

Tað lá ikki í kortunum í nógv ár, at Jamie Vardy fór at gerast ein Premier League spælari, sum øll fóru at tosa um. Yrkisleiðin hevur ført Jamie Vardy heilt úr 8. deild, og sjey fótbóltsdeildir upp til Premier League, heimsins best umtóktu fótbóltsligu.

 

Jamie Vardy er føddur og uppvaksin í Sheffield, og tað vóru sorgarboð at fáa, sum 16 ára gamal, at gamla stórfelagið, Sheffield Wednesday ikki kundi geva honum ein lærlingasáttmála.

 

Árini 2007-2010 spældi Jamie Vardy fyri Stocksbridge Park Steels í 8. deild, har hann skeyt 66 mál í 107 dystum. Áskoðarasnittið varð 183 áskoðarar til heimadystirnar, og tað er eitt langt lop til Premier League.

 

Kappingarárið 2010-2011 spældi hann við 6. deildarliðnum, FC Halifax Town, har hann við sínum 29 málum í 41 dystum hevði stóran týdning fyri liðið, sum flutti upp í fimtbestu deildina. Kappingarárið 2011-2012 spældi Jamie Vardy við 5. deildarfelagnum, Fleetwood Town, har hann skeyt 31 mál í 36 dystum.

 

Hetta gjørdi, at Leicester, sum tá spældi í næstbestu fótbóltsdeildini fekk eygað á hann. Síðani 2012 hevur Jamie Vardy havt sáttmála við Leicester, og onkur í talentdeildini hjá Sheffield Wednesday eigur at hava ógvuliga reyð oyru í dag, aftaná at hava yvirsæð dugin, sum er í Jamie Vardy. Tá Fleetwood seldi Vardy í 2012 fingu teir eina miljón bretsk pund fyri hann, sum tá var ein metsøla fyri ein spælara uttanfyri fýra tær ovastu fótbóltsdeildirnar í Onglandi.