Urd Johannesen við síni fyrstu barnabók

Ferðin til Kongurvág er ein ferðmikil, ævintýrkend søga, sum Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt

Bókadeildin skrivar, at bókin verður løgd fram 27. august klokkan 19 í Reinsarínum í Havn. Beinir Bergsson fer at práta við høvundin og myndprýðaran um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári Sverrison spælir nøkur løg, og høvi verður at keypa bókina fyri serprís. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka.

 

Um bókina

 

Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …

 

Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.

 

Bókin er 100 síður, og málbólkurin er børn 7-12 ár.

 

 

 

Urd Johannesen er rithøvundur og mentanarsamskipari. Hon hevur áður útgivið yrkingar, Ferðin til Kongurvág er hennara fyrsta barnabók.

 

Silja Eystberg er myndprýðari og listafólk. Hon hevur millum annað myndprýtt Fornt eftir Elina á Rógvi, sum var tilnevnd til barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025