– Bretar eru farnir um mark. Jødahatrið hjá stjórn teirra kennir eingi mørk og tekur ikki atlit at veruleikanum, skrivaði Mike Huckabee leygardagin á sosiala miðlinum X.
Útsøgnin kemur eftir, at bretski uttanríkisráðharrin, Ed Miliband, hevur almannakunngjørt eina upptøku, har hann lýsir humaniteru støðuna í Gazageiranum sum »ræðuliga«.
– Tað, sum fer fram, er heilt einfalt ræðuligt. Fólk søgdu mær frá heilivági, sum varð steðgaður, og børnum, sum doyðu, meðan tey bíðaðu eftir lívsneyðugari útgerð, sigur Miliband sambært AFP.
Huckabee heldur, at bretska stjórnin við hesum fer ov langt. Tað er óvanligt, at ein høgtstandandi amerikanskur embætismaður brúkar so hvøss orð um Bretland, sum er ein av tættastu sameindu USA.
Ísraelska uttanríkisráðið hevur eisini svarað upptøkuni. Ráðið skuldsetir Miliband fyri at síggja burtur frá fakta og fyri at hava gjørt upptøkuna við einum politiskum áskoðaraskara í huga.
Sambært ísraelska uttanríkisráðnum eru 22.500 tons av heilivági og aðrari medisinskari útgerð komin inn í Gazageiran, síðani vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas varð gjørd í oktober 2025.
ST hevur tó fleiri ferðir víst á, at hjálpin framvegis ikki er nóg mikið. Humaniterir felagsskapir siga eisini, at ísraelskar avmarkingar á millum annað motorolju og eykalutir gera tað trupult at halda sjúkrahúsum í Gaza gangandi.
Kríggið byrjaði eftir Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober 2023, tá fleiri enn 1.200 fólk vórðu dripin og umleið 250 tikin sum gíslar. Ísrael fór síðani undir eina stórfingna hernaðaratsókn í Gazageiranum.
Fleiri enn 73.000 palestinar sigast at verða dripnir síðani.
RITZAU/AFP












