USA vil hava HM

Saman við níggju øðrum londum er USA nú við í kapprenningini um at hýsa HM-endaspælinum í fótbólti í 2018 ella 2022. Ein hending, sum sambært amerikansku nevndini, sum arbeiðir við málinum, kann skapa inntøkur fyri fimm milliardir dollars og skapa 100.000 arbeiðspláss. Millum teirra, sum eru í nevndini, sum skal fyrireika amerikonsku umsóknina, eru somikið mætir menn sum Henry Kissinger, Robert Kraft og Arnold Schwarzenegger.