Útigudstænasta jólaaftan á Toftum

Skipað verður fyri uttandura gudstænastu jólaaftan á Toftum, har jólatræið hjá Nes kommunu stendur.

"Ei brim við strond, ei ísur í skor

 

kann Jesusi forða vegin..”

 

Soleiðis syngur Símun av Skarði í kenda sálminum, “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt”.

 

- Gott er at vita, at gleðiboðskapurin um Jesus Krist, Guds son, ikki er bundin at ytri kørmum, men at kristin menniskju, altíð og allastaðni, kunnu venda sær til Guds við lovsongi, bøn og tøkk. Hetta vilja vit í Nes kirkjusókn eisini gera, hóast ytru umstøðurnar ikki loyva innandura tiltøkum.

 

Í Nes Prestagjaldi vísa tey til skriv frá kirkjuligu leiðsluni sum sigur, at eingin innandura gudstænasta verður jólaaftan og jóladag, samstundis sum latið verður upp fyri møguleikanum at skipa løtur uttandura.

 

- Hesum møguleika hevur Nes kirkjuráð valt at loftað. Skipað verður tískil fyri uttandura gudstænastu jólaaftan á Toftum, har jólatræið hjá Nes kommunu stendur. Gudstænastan verður klokkan 14, og viðmælt verður, at fólk taka niður sálmabókaappina.

 

Slík gudstænasta kann eyðvitað ikki verða ov long. Tískil verða sungnir 2 ella 3 sálmar, jólaevangeliið verður lisið, prestur hevur prædiku, bøn verður biðin og Harrans signing lýst.

 

Í Nes Prestagjaldi siga tey, at gudstænastan byrjar við, at klokkan í Fríðrikskirkjuni kallar til fundar – á hesum sinni inni á Toftum við jólatræið hjá kommununi.

 

- Alt hetta, um veðrið er til vildar, og í løtuni sær tað lovandi út. Gott pláss er at parkera bil á Toftakaj, og vit minna á, at vit ansa eftir hvørjum øðrum, verður lagt aftrat.

 

Jóladag klokkan 11 fara “Menn í kjóla” - tað eru prestarnir báðir, Jákup E. Petersen og Ovi Brim, at skifta orð um jólini og jólaboðskapin. Hetta verður møguligt at síggja á Facebook og Youtube.

 

2. jóladag verður aftur gudstænasta sum vant, har lestur verður lisið klokkan 11, og gudstænasta við presti verður klokkan 17.