VÍF og Tjaldur skiljast

Felagsliðið VÍF/Tjaldur verður ikki at síggja komandi kappingarár. Tjaldur hevur boðað VÍF frá, at samstarvið millum kvinnuliðini steðgar, tí Tjaldur vil ganga egnar leiðir.

 

Undan farna kappingarári løgdu VÍF og Tjaldur saman í kvinnudeildini. Ov fáir spælarar vóru og tí var hetta einasta loysinin. Men nú ynskir Tjaldur ikki at halda fram við samstarvið.

 

Í samrøðu við heimsíðuna, Hvannrok.fo, sigur Andrias Jacobsen, formaður í Tjaldrinum, at ov nógvir ungir spælarar sótu uttanfyri. Nú vil felagið byggja upp av nýggjum og pláss skal verða fyri ungu spælarunum, sum skulu mennast, so tær kunnu taka við í framtíðini.

 

Av av lyklaspælarunum hjá VÍF/Tjaldur farna kappingarár var Heidi Sevdal. Hon hevur saman við Ansy Sevdal, Rannvá Jacobsen og Katrin Jakobsen boða frá, at tær halda fram í Tjaldrinum, sum fer at spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.

 

VÍF hevur sett Jan Ottosen sum venjara og fær tilgongd av millum annað Duritu Christophersen.