Vágar kann gerast fjórðstørsta kommunan

- Nógvir fyrimunir eru við at leggja Vágar saman í eina kommunu, heldur tingmaðurin Eivind H. Jacobsen. – Á henda hátt kann oyggin gerast ein sterk eind sum fjórðstørsta kommunan í landinum.

Í eini viðmerking, ið hann hevur sent miðlunum vísir hann á, at í 1993 skyldaðu kommunurnar í Vágum samanlagt umleið 105 mió krónur. Samlaða inntøkan var tá góðar 37 mió ella knappar tríggjar álíkningar. Men longu tíggju ár seinni var samlaða skuldin undir 15 mió.

- Og tá tosa vit um ringasta krepputíðarskeið í nýggjari tíð, vísir tingmaðurin úr Sambandsflokkinum á.

Sambært tí, sum borgarstjórarnir í Vágum hava sagt, koma kommunurnar at hava eina skuld uppá góðar 100 mió krónur, tá tær neyðugu útbyggingarnar eru framdar, samstundis sum ein hevur eina inntøku upp á 80 mió.

Eivin vísir á, at tá talan er um tænastur til borgararnar hava kommunurnar ikki ligið á løtu síðuni, og tað skulu tær hava rós fyri:

Tríggir nýggir barnagarðar, sum nøkta tørvin langt inn í framtíðina. Bústaðarmøguleikarnir hava heldur ikki verið nakar trupulleiki, nú fleiri útstykkingar hava verið í øllum bygdunum.

- Vit áttu heldur at havt ein felags málsetning her í Vágum: Hvussu gerast vit fjórðstørsta kommunan í landinum, vísir altso Eivind H. Jacobsen á.