Almenna fólkakirkjan er fyri øll – og í kirkjuni skal vera høgt til lofti og vítt til veggja. Og gáttin skal vera so lág, at øll sleppa inn. Hetta er tíverri ikki veruleikin í dag. Sum nú er sleppa koyristólsbrúkarar ikki inn í allar kirkjur í Føroyum, tí høga kirkjugáttin forðar fyri atkomu – og hetta má broytast beinanvegin.
Breksáttmálin hjá ST er ein altjóða sáttmáli um rættindi hjá fólki ið bera brek, sum Føroyar tóku undir við í 2009. Ein av týdningarmestu reglunum í sáttmálanum er grein 9, sum sigur at “lond skulu tryggja, at fólk við breki hava javnbjóðis atgongd til bygningar, tænastur og almenn støð”
Tað merkir, at:
- at bygningar, sum eru opnir fyri almenninginum, skulu vera atkomiligir hjá øllum
- forðingar – trin, hurðar o.s.fr. - skulu beinast burtur
Nógvar kirkjur eru gamlar og friðaðar – og hetta hevur forðað fyri, at høgu gáttirnar eru lækkaðar. Men kirkjurnar eru fyrst og fremst livandi hús – og ikki søgulig søvn. Tí má Føroya løgting – saman vi kirkjumynduleikunum annars – fáa hetta loyst sum skjótast.
Breksáttmálin má virðast og vit mugu taka atlit til fólk í koyristóli. Burtur við høgu kirkjugáttunum, so vit veruliga kunnu siga VÆLKOMIN Í KIRKJU við øll. Hesum fari eg at arbeiða fyri.
Fyri teg, fyri meg og fyri Føroyar.
X við Vígdis Bjarnadóttir











