Vænta broytingar í samferðsluni vegna veður

Smyril og Herjolfur III, sum í løtuni avloysir á suðuroyarleiðini.

Fyri veður kann væntast, at møguligar broytingar og avlýsingar verða í ferðsluni sunnudag 25. og mánadag 26. september. 

 

Soleiðis skrivar strandferðslan á ssl.fo. Boðað verður frá heldur vánaligum veðri næstu dagarnar, har nógvur vindur er væntandi. Í morgin kunnu væntast harðar hvirlut, upp í 23 m/s, og mánadagin kann væntast upp í 20 m/s

 

##med2##

 

 

 

Smyril og Herjolfur III, sum í løtuni avloysir á suðuroyarleiðini.

Herfyri frættist, at Smyril var komin úr dokkini í danmark og var á floti aftur. Hann er nú royndartúr, frættist í dag. Smyril skal eftir ætlan byrja á Suðuroyarleiðini aftur 3. oktober.