Vinnulívið í Vági veksur sum sjálvdan fyrr.
Vágs Býráðið hevur í hesum døgum nevniliga úr at gera við at rudda slóð fyri teimum, sum hava hug at gera íløgur í vinnulívið.
Ikki færri enn tvær nýggjar ætlanir eru á veg, sum Býráðið hevur givið loyvi til.
Loyvi til tvey virki
Tað vil siga, at í løtuni eru ikki færri enn tvær, ítøkiligar ætlanir frammi um at gera fiskavirki.
Nú er tað hálvgun blivið stuttligt at vera vágbingur aftur.
Eftir nøkur ár í bølaniða, og uppaftur nøkur ár í hálvalýsi, tykist tað, sum um tað er farið at lýsna aftur av álvara, sigur Eyðfinn Mørk, formaður í Havnanevndini hjá Vágs Býráð.
Leygardagin viðgjørdi Vágs Býráð umsóknir frá tveimum feløgm í Vági, sum ætla at byggja virki.
Kommunan hevur nú í eina tíð fylt út eitt stórt økið ímillum báðar keiirnar til eitt frystivirki til uppisjóvarfisk. Tað arbeiðið verður liðugt fyrsta dagin.
Leygardagin fekk felagið endaligt byggiloyvi, og eftir, hvat skilst, er ætlanin at fara undir byggingina fyrsta dagin. Virkið skal longu standa klárt seint í summar.
Tað eru Johan Dahl, og aðrir, sum ætla at byggja frystihúsið. Talan er um eitt virki, sum er 57 x 30 metrar stórt, ella tilsamans 1.710 fermetrar.
Men harumframt skal byggjast ein tilbygningur uppá 68 fermetrar, sigur Eyðfinn Mørk.
Eftir ætlanini verður farið undir byggingina fyrst í apríl.
M.a. hevur Richard Thomsen á Tvøroyri fingið loyvi at seta eina betong- blandistøð upp inni á Oyrunum í Vági til at blanda betongið í.
Johan Dahl vil fyribils onki siga um ætlanina, tí enn er ikki alt fingið í rættlag
Góðskingarvirki
Býráðið er ikki meiri enn liðugt við útfylligina til hetta virkið, fyrrenn hon má undir eina útfylling afturat til enn eitt virkið.
Tað er Palm Seafood í Vági, og aðrir,sum ætla at gera eitt virkið uttanfyri gamla flakavirkið, Polarfrost.
Eyðfinn Mørk sigur, at eisini hetta varð samtykt á býráðsfundinum leygardagin.
Hann sigur, at væntandi fer Býráðið undir ta útfyllingina heilt skjótt.
Útfyllingin verður einar 1.000 fermetrar eystanfyri Polarfrost
Sjálvt virkið verður einar 800 fermetrar.
Eftir, hvat skilst, er ætlanin at byggja eitt góðskingarvirki, sum m.a. annað skal fáa rávøru frá virkinum, sum Palm Seafood longu hevur í Vági.
Eyðfinn Mørk sigur, at hesi bæði virkini væntandi fara at kasta væl av arbeiði av sær, kanska omanfyi hálvthundrað, ella reiðiliga tað, tilsamans.