Fyri ferðsu ferð síðani tað arabiska várið fyri einum ári síðani eru veljararnir í Algeria í valhølunum í dag og velja nýtt tjóðarting. Hóast tingið hevur avmarkað vald, kappast 44 flokkar og 211 óheft valevni um teir 462 tingsessirnar, og eygleiðarar vænta, at eins og aðrastaðni í Norðurafrika fara teir islamistisku flokkarnir at standa seg best.
Tað arabiska várið breiddi seg eisini til Algeria, men landið slapp undan ófriði, tí tað eydnaðist forsetanum, Abdelaziz Bouteflika, at sissa fólkið við at lova hægri løn og politiskar nýskipanir. Flokkurin hjá forsetanum, Tjóðskaparliga Frælsisfylkingin, sum fyrr var tann einasti í landinum, hevur støðugt mist undirtøku, síðani landið fekk fleirflokkaskipan í 1989. Flokkurin kann kortini fáa meiriluta í dag, men eygleiðarar vænta, at hann verður noyddur at leita sær stuðul frá øðrum flokkum til at skipa stjórn.
Tey fyrstu úrslitini frá valinum í dag koma í morgin, men roknað verður við, at myndugleikarnir fara at kunngera valluttøkuna, beint eftir at valhølini eru latin aftur klokkan sjey í kvøld okkara tíð.