Valur legði frá landi við einum sigri

Trúgvi Hávardsson stóð seg væl í fyrsta kappingardystinum fyri HK

Mynd: Valur

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali løgdu frá landi í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við einum sigri á útivølli.

 

Í Sethøllini á Selfossi vann Valur 34-30 á heimaliðnum. Í steðginum var Valur á odda 17-15.

 

Bjarni skoraði fýra mál upp á átta málroyndir, og hann legði upp til trý mál. Allan skoraði fýra mál upp á seks málroyndir. 

 

Í høllini á Digranesi taptu Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir í HK Kópavogi greitt 28-37 fyri KA Akureyri, ið var á odda 15-13 í steðginum.

 

Trúgvi skoraði trý mál upp á sjey málroyndir, men hann legði upp til heili 10 mál, og var staðfestur at vera næstbesti leikarin í dystinum. Dagur Árni Heimisson hjá KA var valdur til besta leikaran í dystinum. Hann skoraði heili 12 mál og legði upp til fýra mál. 

 

 

 

Mynd: Valur