Evropeiska hondbóltssambandið hevur broytt Champions League, so tað frá komandi kappingarári vera 24 lið, og ikki sum áður: 16 lið, ið kappast í fremstu evropeisku kappingini fyri felagslið.
Íslendska meistaraliðið, Valur sum hevur Allan Norðberg og Bjarna í Selvindi á liðnum, søkti um at gerast eitt av teimum 24 liðunum, ið skulu kappast í Champions League komandi kappingarár.
Men umsóknin hjá Vali var ikki gingin á møti. Tatabanya úr Ungarn og Elverum frá Noregi fingu eins og Valur, krakk frá EHF, og tey mugu tí kappast í EHF European League.











