Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld torføran útidyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti Gróttu.
Tað eydnaðist Vali at vinna tepran 22-21 sigur. Grótta var á odda bæði 20-16 og 21-20, men við einum flottum endaspurti eydnaðist tað Vali at vinna dystin.
Bjarni skoraði trý mál og Allan skoraði eitt mál.
Valur er næstfremst í deildini við 12 stigum. Frammanfyri teir á 13 stigum er liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding við 13 stigum.
Ígjár leiktu Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni javnleik 27-27 (12-11) móti KA á útivølli.
Stjarnan er nummar sjey í deildini við átta stigum.
Í morgin klokkan 17.20 taka Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding móti FH á heimavølli.