Eitt slakt kappingarár hjá Stefani í Írlandi er liðugt

Stefan Radosavljevic fekk ikki spælitíð í tveimum teimum seinastu dystunum hjá Sligo Rovers hetta kappingarárið

Í kvøld leikti liðið hjá Stefani Radosavljevic, Sligo Rovers seinasta dystin í bestu írsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Annan dystin á rað fekk Stefan ikki spælitíð, tá Sligo á heimavølli endaði kappingarárið við einum 0-2 (0-1) tapi fyri St. Patrick´s.

 

Sligo endaði á einum sætta plássi við 49 stigum. Sligo hevur 10 stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at kappast í Conference League undankappingini komandi kappingarár. Á triðja plássinum er júst St. Patrick´s við 59 stigum.

 

Stefan skoraði einki mál fyri Sligo hetta kappingarárið. Hann stendur bara noteraður fyri eitt upplegg til mál. 

 

Stefan fekk spælitíð í 15 av teimum 36 dystunum Sligo leikti í deildini hetta kappingarárið. Í fitt av dystum hevur talan verið um avmarkaða spælitíð til Stefan.