Brúkarasamtakið
Um mann kann roknað við, at onkur av pakkunum undir jólatrænum inniheldur eina Bratzdukku, ræður um at ansa sær. Sum so nógva aðrastaðni, eru eingi krøv um merking av jólagávum, so vit vita sjálvandi ikki av, at her er ein pakki fullur av evnafrøðiligari óhumsku. Tær væl umtóktu Bratzdukkurnar er nevnliga samansettar soleiðis, at ein triðingur er bleytgerarin "phatalat" (úttalast fatalat), sum í djóraroyndum hevur víst seg at skerja nøringarførið. Aðrastaðni er hetta evni eisini longu bannað børnum undir 3 ár, og ætlanir eru um at bannað tí heilt.
Umframt phatalat, so inniheldur dukkan eisini tungmetallini nikkul, kopar og krom, sum, hóast tey ikki eru tey mest skaðiligu tungmetallini, eisini kunnu skaða nøringarførið, og elva til krabbamein og ovurviðkvæmið.
Tað vísir ein stór ES kanning, ið fleiri evropeisk brúkarasamtøk hava staðið fyri.
Støðan við phatalatunum er tann sama í leikum sum Action Man og My little Pony. Hesi evnini hava leingi verið kend sum vandamikil, og eru eisini skrásett samsvarandi. Tí ber væl til at siga, at framleiðarar og handlar vita, hvat tey selja, og hvat árin tað hevur á børnini.
Í fleiri av grannalondunum er ikki loyvt at brúka phatalatir í leikum, ið eru ætlaðar til børn undir 3 ár. Aldursmarkið er ásett eftir, at børn undir 3 ár í størri mun menna síni yrkisgøgn enn tey eldru. Eisini koyra tey leikurnar í munnin, og fáa tann vegin meira av evnunum í seg, enn bara gjøgnum húðina. Bratzdukkurnar eru tó ætlaðar til størri børn, og sleppa tí undan hesum kravinum. Men hesi smáu kunnu sum einki súgva uppá ein Bratzdukku arm, hóast tað er stórasystir, ið eigur dukkuna. Foreldur vita jú sum er, at tað er ein ómøgulig uppgáva at halda tey smærru frá leikunum hjá teimum størru. Tí eigur phatalat als ikki at verða nýtt í leikum.
Trupulleikin einans veksur, um vit hugsa um allar tær leikurnar, ið finnast í einum barnakamari. Har eru kanska einar 500 ymiskar leikur, ið allar hava sína serligu evnafrøðiligu samanseting, sum tó í flestu førum er í lagi. Men tá evnini frá øllum teimum ivasomu leikunum verða blandaði saman í barnakroppinum, afturat øllum evnunum, ið barnið upptekur utanfyri barnakamarið, er ilt at siga, hvat tað verður til, og hvussu hetta ávirkar barnið. Um vit ímynda okkum hesa evnafrøðiligu blanding í einum ílati á borðinum, høvdu vit helst ikki tora at rørt við tað.
Tað er tí sera umráðandi, at vit sum foreldur gerast meira tilvitað um øll tey evni, ið finnast í leikum, og kanska aðrastaðni við. Børnini hava ongan annan góðan enn okkum, og tí hava vit skyldu til at verja tey mest møguligt. Bitin er kanska nakað stórur at gloypa í einum. Evnini eru jú so mong. Tí kunnu vit sum eina byrjan tryggja okkum, at í ár skal einki phatalat finnast í nøkrum av teimum jólagávunum, sum vit keypa øllum børnununum í familjuni.
Er nakað ivamál, so spyr onkran, sum arbeiðir í handlinum. Tey eiga at vita.