Verkfallið fær nú avleiðingar fyri skúlabørnini

? Tað er onki fantilsi á undirvísingini og tað er longu komið so langt, at tað fær avleiðingar fyri próvtøkurnar í summar, sigur Símun Petur Hjelm, skúlastjóri í Klaksvík

? Verkfallið í fólkaskúlanum hevur longu vart so leingi, at tað fer at fáa avleiðingar fyri próvtøkurnar í summar.

Tað ivast Símun Petur Hjelm, skúlastjóri í Klaksvík ikki í.

Hann sigur, at nógvir næmingar hava nú ikki fingið undirvísing í meiri enn ein heilan mánað og tað skal vera løgið, um hetta ikki fer at síggjast aftur í próvtøkuni.

Men hann hugsar ikki bara um, at tað er verkfall. ? Vit skulu eisini minnast til, at hetta er ein tann besta tíðin í øllum skúlaárinum at alt liggur stilt.

? Hesa tíðina uppundir próvtøkuna eru næmingarnir ógvuliga motiveraðir fyri at fáa eitt gott úrslit, og júst hesa tíðina liggur alt lamið.

? Hvørjar avleiðingar hetta fær, tori eg ikki at hugsa um nú.

Hann sigur, at næmingarnir, sum skulu próvtøku, skulu hava lisið eitt ávíst pensum.

? Men tey eru mong, sum ikki eru komin ígjøgnum pensummið enn.

? Og hjá teimum, sum kanska hava lisið alt, verður ongin møguleiki at ganga tilfarið ígjøgnum aftur, sum vanligt er.

Og tað ivast hann ikki í, fer at síggjast aftur í ummælunum, sum næmingarnir fara at fáa í próvtøkunum í summar.

At tað kann fáa avleiðingar fyri teir, sum vilja sleppa inn á hægri lærustovnar er eyðsæð.

Símun Petur Hjelm sigur, at verkfallið hevur longu havt tað beinleiðis avleiðing, at várroyndin, sum skuldi vera fyri eini góðari viku síðani, mátti avlýsast.

?Síðani koma páskini og so eigur próvtøkan at byrjað......


Onki fantilsi á

Símun Petur Hjelm er skúlastjóri á Ósaskúlanum í Klaksvík og hann er hart raktur av verkfallinum.

? Av teimum 30 lærarurum á skúlanum eru 11 í verkfalli.

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu hart teir ymsu flokkarnir eru raktir.

? Vit hava tveir 10. flokkar. Annar fær næstan onga undirvísing, men hin fær næstan alla undirvísingina.Men Símun Petur Hjelm sigur, at tað ringasta er, at teir næmingarnir, sum eiga at fáa undirvísing, eru nú eisini miðvíst farnir at halda seg burtur úr skúlanum.

? Tað merkir, at í mongum flokkum, har tað eru 20-22 børn, eru bara 1-2 í skúla.

?Sostatt er onki fantilsi á undirvísingini tí tá ið so fá børn eru í skúla, kann tað ikki blíva til annað enn fjas, sigur Símun Petur Hjelm.

? Í løtuni er undirvísingin bara eitt heiti.

? Støðan er nú so vánalig, at tað bleiv ikki verri, um skúlin so stongdi, sigur skúlastjórin.

Hann sigur, at støðan er við at blíva ótolandi eisini í nógvar aðrar mátar.

? Lærararnir gera bara tað, sum teir hava tænastuskyldu til at gera.

? Hjá okkum er tað ringasta, at handkløð, viskistykki o.a., sum vit skúla brúka í heimkunnleika, verða ikki vaskað, so tað er ein spurningur, nær tann undirvísingin eisini má halda uppat.


Mugu koma víðari

Skúlastjórin sigur, at einasti máti at koma víðari, er at Fíggjarmálastýrið, Undirvísingar og Mentamálastýrið og Lærarafelagið seta seg saman at viðgerða støðuna.

? Tað nyttar ikki at siga, at sáttmálasamráðingarnar og eyka arbeiðið, sum er álagt lærarunum í nýggju fólkaskúlanum eru hvør sítt mál, tí tað eru tey ikki og tí mugu allir tríggir partarnir seta seg saman, sigur Símun Petur Hjelm.

Hann tekur annars fult undir við Lærarafelagnum í hesi ósemjuni.

? Nýggja fólkaskúlalógin áleggur lærarunum og skúlaleiðslum nógv eyka arbeiði og tað má sjálvsagt viðgerðast í sambandi við sáttmálasamráðingarnar, sigur Símun Petur Hjelm.