Vestmenningar fingu truplan dyst í Runavík

Hondbóltur: Tað var lagt upp til stórsigur, tá ið føroyameistararnir úr VÍF vitjaðu Tjaldrið í Runavík sunnudagin, men ein stórspælandi Kári Hansen í málinum hjá runavíkingum vildi tað øðrvísi

Teir 140 áskoðararnir, sum høvdu leitað sær í høllina í Runavík sunnudagin at hyggja eftir hondbóltsdystinum í bestu mansdeildini millum Tjaldrið og VÍF, høvdu neyvan væntað annað, enn at vestmenningar fóru at vinna ein tryggan sigur, men so fór ikki at verða.


Kári tók alt

Tað sást beinanvegin, at vestmenningar ikki vóru alt ov væl upplagdir til dystin, meðan heimaliðið hinvegin tóktist at verða væl fyri.

Serliga væl lá fyri hjá málverjanum hjá Tjaldrinum, Kára Hansen, sum spældi ein branddyst og hevði fleiri klassabjargingar, tá ið tey flestu longu sóu bóltin í netinum. Tíverri fyri Kára, so hendi tað fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, at ripostarnir av bjargingunum hjá honum blivu fangaðir av vestmenningum, sum so skoraðu í aðru atløgu.

Sum áðurnevnt, so tóktust vestmenningar ikki serliga væl fyri sunnudagin, og ein spælari sum Áki Olsen er vanliga góður fyri eini 10-12 mál, men í hesum dystinum skeyt hann einans trý. Áki G. Olsen, sum spældi ein branddyst fyri vestmenningar seinasta sunnudag móti hoyvíkingum, var heldur ikki so væl fyri, og hetta gjørdi sítt til, at álopsspælið hjá vestmenningum var nakað stirvið fyrstu løtuna av dystinum.

Rumenski venjarin hjá VÍF, Daniel Rapa, sá seg tí noyddan til sjálvur at fara inn á vøllin og samstundis umskipa liðið nakað. Áki G. Olsen og Sámal Joensen fóru út, og Martin Hummeland kom inn saman við Rapa. Hummeland avloysti Hjalmar Klein Olsen á vinstra veingi, og Hjalmar fór so inn á miðjuna at stýra spælinum, har sum Áki G. hevði spælt áðrenn.

Hetta hjálpti eina løtu hjá vestmenningum, men teir fingu tó ongantíð lagt seg avgerandi á odda, tí hóast teir vóru á odda við fýra málum, 15-11, í hálvleikinum, so hevði ein varhugan av, at dysturin ikki var avgjørdur enn.


Vánaligur

seinni hálvleikur

Runavíkingar vildu ikki sleppa takinum í vestmenningum, og hóast VÍF beinanvegin í seinna hálvleiki legði seg á odda við seks málum, 17-11, so misti heimaliðið kortini ikki vónina. Teir bardu seg upp á 16-18 og góvu ikki vestmenningum møguleika fyri at taka sær av løttum, sum føroyameistararnir helst høvdu væntað, at teir kundu gera móti botnliðinum.

Tað eydnaðist tó ongantíð Tjaldrinum at koma upp á javnleik, og tað var millum annað tí, at Eli Müller í málinum hjá VÍF spældi ein rættuliga góðan seinna hálvleik, og hann var ein av teimum fáu vestmenningunum, sum kundi vera nøgdur við sítt avrik í dystinum.

Tó gekk tað ikki so væl hjá Eli við longu útkastinum hjá sær, tí í hinum endanum var Kári Hansen rættuliga kringur til at lesa útkastini og fanga bóltarnar fyri nøsini av kviku vengrunum hjá VÍF.

At tað eydnaðist vestmenningum at halda tørn, var fyrst og fremst at takka tveimum av veteranunum hjá VÍF, Hjalmari Klein Olsen og Oyvindi Brimnes, sum megnaðu at halda høvdið kalt. Hesir báðir vóru bestu málskjúttarnir hjá vestmenningum, og serliga Hjalmar spældi ein rættuliga góðan dyst.


Eingin myndugleiki

í dømingini

Nógv hevur verið tosað um dømingina í hondbóltinum seinastu tíðina. Í dystinum í Runavík sunnudagin vóru tað strandingar, ið dømdu, og tað komu teir ikki serliga væl frá.

Tað er keðiligt bæði fyri spælarar og áskoðarar, at dómarar ikki vísa nóg mikið av myndugleika. Í dystinum sunnudagin kom tað óteljandi ferðir fyri, at man ikki sá, hvat dómararnir dømdu, tí at markeringarnar hjá teimum vóru so ógreiðar.

Haraftrat vóru tað fleiri dømi um, at annar dómarin sá út til at vilja hevja tveir fingrar og geva útvísing, men helt seg aftur, tí at hin ikki gjørdi tað sama.

Samskiftið millum dómararnar var út av lagi vánaligt, og besta dømi um hetta var, at annar dómarin í einar tíggju minuttir gjørdi tekin til, at teir skuldu býta síðu, áðrenn hin legði hetta til merkis.

Tað er greitt, at eitt dómarapar skal hava ein ávísan myndugleika. Eingin ivi skal vera um, hvat dømt verður fyri, og spælararnir skulu vita, hvør ið hevur avgerandi orðið á vøllinum, uttan at hetta tó setir sítt dám á dystin. Tað er púra burturvið, at dómarar fara at kjakast við spælarar í heilum, soleiðis sum vit sóu tað sunnudagin, hóast tað onkuntíð er upp á sítt pláss.