AB er á Svangaskarði, har argjamenn nú klokkan 15 fara at stríðast fyri at varðveita møguleikan at sleppa undan niðurflyting.
B68 fer mikukvøldið aftur á vøllin á Svangaskarði. Tá verður tað í seinnu hálvfinaluni um løgmanssteypið.
Hjá B68 eru onkrir av føstu monnunum ikki á listanum í dag. Millum hesar er skansin í miðverjuni Áki Johannesen ikki á listanum, og hin miðverjin, Aron Reinert Hansen, er á beinkinum. Hjarnar Johansen er heilt nýggjur millum teir fyrstu ellivu.
Hjá AB er tað merkisvert, at Antonio Borelli, sum hevur verið fastur maður millum stólparnar, ikki er á listanum. Superveteranurin Heðin Stenberg verjir AB málið.
Hjá B68 er Boubacar Dabo leikbannaður, og Mohamed Samba er á beinkinum.
Hjá AB eru Brian Jakobsen og Teitur D. Olsen við aftur eftir leikbann. Miðverjin Viktor Helgi Benediktsson er leikbannaður, og vongverjin Jákup Pauli Breckmann er skaddur.