Við allan vegin

Hóast Jákup í Stórustovu leggur dent á, at hann er fegin um at hava eina kompetenta afturat sær, so tóktist hann serliga fegin um at hava Hjarnar Djurhuus sum part av hesi. – Hjarnar hevur á sín hátt verið undangongumaður innan føroyskan fótbólt. Sum stjóri hjá Shell var hannv ið til at leggja lunnar undir føroyska fótbóltslandsliðið, tá eingin annar vildi traðka til, og tí hevur hann áður prógvað í verki, at tú kanst røkka langt, um vilji er til tess, segði Jákup í Stórustovu millum annað á tíðindafundinum.