Viðmerking til vatnorkuætlan hjá SEV

-

Í samband við útbygging hjá SEV í Eysturoy, førir el-felagið fram, at teir fáa mest orku burtur úr minstu íløgu, um farið verður eftir vatninum, sum rennur í Vesturdalsá. Í hesum sambandi førir SEV eisini fram, at teir koma at taka »bert« eina vatnmongd, sum svarar til 8% av frárenningarøkinum til Fjarðará.

Til hetta er at siga, fyri at ongin misskiljing skal verða av teimum, sum ikki kenna til økið fram við Fjarðará, so eru tað tríggjar áir, sum føða Fjarðará við vatni og eru tær Vesturdalsá, sum deilir seg í Funningsfjørð og Skálafjørð, Heltnará og Øksnagjógv. Hesar áir deila seg soleiðis fram við Fjarðará, at ca. 1/3 er ímillum tær oman í sjógv, í Skálafirði. Restin av økinum fram við Fjarðará gevur so at siga onki vatn til ánna, tað eru bert nøkur fá smá gil, sum renna oman í ánna, tá ið áarføri er.

Sjálvt frárenningarøkið, sum SEV nevnir, uppá 8%, er møguliga rætt, men í samband við at taka vatnið úr Vesturdalsá, er tað ikki rætt, at bert 8% av vatninum verður tikið. Tann rætta mongdin av vatninum, sum verður tikin frá Fjarðará, er nærri teimum 25-30%, tí Vesturdalsá er tann áin, sum rennur drúgvast í Fjarðará. Vesturdalsá er eisini tann norðasta áin, endaáin, sum rennur suður gjøgnum Fjarðará.

Fyri at lýsa mongdina av vatninum sum rennur úr Vesturdalslá, er vert at nevna, at p/f Fiskaaling hevur havt hyljast við smolti, nú niðurlagdir, sum føddir vórðu við vatninum, ið rennur gjøgnum Fjarðará. Hesir hyljar liggja oman móti ósanum í Skálafirði.

Hvørt summar, var maðurin, ið passaði hyljarnar, noyddur at demma fyri Vesturdalsá, so hon ikki rann oman í Funningsfjørð, fyri at fáa nokk av vatni til smoltið, sum svam í hyljunum, tí Vesturdalsá rann drúgvast í Fjarðará. Til tíðir var tað ikki nokk at demma fyri, so lítið av vatni er í ánni alla summarhálvuna. Við hesum í huga, verða 25-30% av vatninum tikin frá Fjarðará, so er henni ikki lív laga.

Fær SEV loyvi til at taka vatnið úr Vesturdalsá, verður tað ein óbótaligur skaði á náttúruna fram við Fjarðará og alt tað lív, sum er eftir í ánni. Áin kemur at liggja sum ein rotin køstur meginpartin av árinum, vegna tæðing og øðrum, sum kemur frá fjósunum, ið liggja fram við ánni. Fjósini eru trý í tali.

Fjósini sleppur ein ikki av við, tey eru komin fyri at verða, men ætlanin hjá SEV, hava vit møguleika fyri at steðga, so leingi teir ikki eru byrjaðir at bora, eftir vatninum úr Vesturdali. At steðga SEV í hesum føri, eigur eisini at verða gjørt.

Tað er mær ein gáta, hvørjum eygum og hugsan friðingarnevndin fyri Eysturoy hevur tikið støðu útfrá, at geva SEV loyvi at taka vatnið úr viðkomandi á.

Eg meti tveir møguleikar verða fyri hesi niðurstøðu. Annar er tann, at teir, sum manna nevndina, ikki kenna øki, eru villleiddir av SEV. SEV hevur villleitt friðingarnevndina fyri Eysturoy við at siga, at teir komu bert at taka 8% av vatninum, sum rennur í Fjarðará og tí hava tikið støðu út frá hesum ókennskapi. Hin møguleikin er, at teir eru undanstøkkingar, sum iki tora at standa ímóti tí ágangi, sum neyðtøkufelagið SEV fremur á náttúru okkara, náttúruna, sum vit øll eiga.

Eg trúgvi, at tann seinri pástandurin er tann rætti, tí í paragraf 5. í náttúrufriðingarlógini, sum friðingarnevndin hevur helt seg til í loyvinum, sum SEV hevur fingið frá friðingarnevndini í Eysturoy, stendur onki um vernd av áum og vøtnum.

At taka vatnið úr Vesturdalsá, eigur at koma undir paragraf 6 í lógini og átti friðingarnevndin at lisið betur uppá og hugt við teimum eygum, síðan tikið støðu. Hevði paragraf 6 verið nýtt ístaðin, so trúgvi eg, at tað hevði verið ótrúliga torført hjá friðingarnevndini, at givið loyvið.

Í hesi løtu, hevur Yvirfriðingarnevndin givið neyðtøkufelagnum SEV, loyvi at fara í gongd við at bora suð-ur í Vesturdal. Yvirfriðingarnevndin hevur ongar treytir sett SEV í loyvið, ikki so mikið sum treytaðar árinskanningar verða gjørdar, áðrenn farið verður í gongd.

Eg fari at heita á landsstýrismannin í umhvørvismálum Eyðun Elttør, um at kunna seg við støðuna og at taka tey stig, sum eru neyðug, fyri at steðga hesi neyðtøku. Eg vil fegin koma ein gongutúr fram við Fjarðará saman við landsstýrismanninum, so hann kann taka støðu út frá tí, sum hann sjálvur sær.

Neyðtøkufelagið SEV kemur at taka alt tað ferska vatnið á vestursíðuni, sum rennur í Funningsfjørð. Í tí sambandi, eru ongar árinskanningar gjørdar um, hvat hendir við fjørðinum, tá alt tað ferska vatnið verður leitt burtur.

Tað átti at borið til at funnið út av, hvussu nógv vatn rennur oman í fjørðin og mett um úrslitið, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvat fer at henda, tá ið tað ferska vatnið er tikið. Er vatnið tikið, er ongin ivi um, at tá er ov seint, tá vendist ikki aftur.

Ein hevur hug at spyrja, hvar Sílaveiðufelagið stendur í hesum máli? Ein hoyrir hvørki orð ella eið f´ra hesum felag, sum átti at havt áhuga í vernd av Fjarðará. Fjarðará hevur áður verið mett upp ímóti eini mørk í jørð í virði, við teimum sílum, sum svimja í henni.


At enda

Fær neyðtøkufelagið SEV endaligt loyvi at taka vatnið úr Vesturdalsá, verður tað ein av teimum størstu skemdargerðum, ið gjørt verður á náttúruna norður millum Fjarða, sum ongantíð rættast aftur. Minnist til, vit eiga øll náttúruna og nýta gott av henni, tí eiga vit at fara væl um hana.


Almfinn Jacobsen

í