Í kvøld klokkan 18 spælir B36 fyrra dystin í triðja undanumfarinum móti danska superligaliðnum, Viborg FF á leikvøllinum hjá Viborg.
Returdysturin verður á Tórsvølli komandi týskvøld klokkan 19. Tá sigur FM1 beinleiðis frá dystinum.
Samanlagdi vinnarin fær eina spennandi uppgávu í Play Off umfarinum, har Premier League felagið, West Ham United verður mótstøðuliðið.
Viborg er risafavorittur at vinna dystin á B36 hjá øllum veddingarfyritøkunum.
Men B36 hevur eina munandi longri og størri evropeiska søgu enn Viborg.
Dystirnir hjá B36 móti Viborg vera dystur nummar 56 og 57 í evropeisku søguni hjá felagnum. Í teimum 55 dystunum higartil hevur B36 átta sigrar, 12 javnleikir og 35 tap. Málmunurin hjá B36 í hesum 55 dystunum er 48-120.
Viborg spældi sum steypavinnari fýra dystir í UEFA Cup undankappingini í 2000. Í fyrsta umfarinum vann Viborg 1-0 á CSKA Moskva heima, og leikti javnleik 0-0 á á útivølli. Í øðrum umfarinum tapti Viborg 0-1 úti fyri Rayo Vallecano úr Spania. Viborg vann 2-1 heima og reyk út orsaka av táverandi regluni um, at mál á útivølli telja dupult.
22 ár skuldu ganga áðrenn Viborg aftur fór út í Evropa at kappast. Í øðrum undanumfarinum í ársins Europa Conference League undankapping vann Viborg 1-0 og 1-0 á estiska liðnum, FK Suduva.
Viborg hevur sostatt fýra sigrar, ein javnleik og eitt tap í seks evropeiskum dystum. Málmunurin er 5-2.
B36 er greiður "underdog" á leikvøllinum í Viborg í kvøld, men hevur væl fleiri royndir í Evropa. Spurningurin er bara um tað er nóg mikið til at steðga Viborg?
HER er yvirlitið yvir dystirnar Viborg hevur leikt í Evropa higartil:
Dagfesting | Dystur: | Kapping | Úrslit: | Áskoðarar |
---|---|---|---|---|
09.08.2022 | B36 Tórshavn - Viborg FF | Conference, Kval | - | |
03.08.2022 | Viborg FF - B36 Tórshavn | Conference, Kval | - | |
28.07.2022 | Viborg FF - FK Suduva | Conference, Kval | 1 - 0 | 5.140 |
21.07.2022 | FK Suduva - Viborg FF | Conference, Kval | 0 - 1 | 1.654 |
09.11.2000 | Viborg FF - Rayo Vallecano | Uefa Cup, 2. umfar | 2 - 1 | 3.460 |
26.10.2000 | Rayo Vallecano - Viborg FF | Uefa Cup, 2. umfar | 1 - 0 | 7.000 |
26.09.2000 | Viborg FF - CSKA Moskva | Uefa Cup, 1. umfar | 1 - 0 | 3.196 |
14.09.2000 | CSKA Moskva - Viborg FF | Uefa Cup, 1. umfar | 0 - 0 | 12.000 |