VIDEO: 30 ár síðani Todi og Uni skoraðu móti Zubizarreta

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Føroyar-Spania 2-6 (0-1), ið var leiktur 4. september 1996

Í dag eru liðin 30 ár síðani 4.200 áskoðarar á Svangaskarði á Toftum sóu Toda Jónsson og Una Arge skjóta góð mál móti Andoni Zubizarreta.

 

Spania vann greitt 6-2 í HM-undankappingardystinum hendan dagin, men fólk fóru heim við einari góðari kenslu aftaná Føroyar høvdu skotið tvey mál.

 

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Todi fangaði Andoni Zubizarreta á skeiva beininum og javnaði til 1-1. Tá var frøin ovurhonds stór. Men spanska liðið yvirvann skjótt skelkin og legði seg framum 6-1. Símun Eliasen og Uni Arge fingu tó síðsta orðið. Í yvirtíðini fann Símun hegnisliga Una við einari fríspæling, og Uni tók av, og skoraði trygt móti liðnum, sum seinni vann HM-gull í 2010 og í 2026.

 

Føroyar fingu í undankappingini 1996-1997 seks stig. Okkara vunnu tvær ferðir 2-1 á Malta. 

 

Føroyar-Spania 2-6 (0-1)

 

  • 0–1: Luis Enrique (37')
  • 1–1: Todi Jónsson (46')
  • 1–2: Alfonso Pérez (63')
  • 1–3: sjálvmál (70')
  • 1–4: Alfonso Pérez (84')
  • 1–5: Fernando Hierro (85')
  • 1–6: Alfonso Pérez (87')
  • 2–6: Uni Arge (90+1')

 

Kelda: FaroeSoccer

 

HER ber til frá YouTube-rásini, Farerets at síggja málini frá HM-undankappingardystinum, ið var leiktur fyri júst 30 árum síðani. Frásøgumaður er Leivur Hansen hjá SVF:

 

##med2##