VIDEO: AIK leikti javnt á heimavølli - eru framvegis triðfremst

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-GAIS 1-1 (0-1)

Meistaraheitið er farið hjá Mikkjali K. Thomassen og hansara monnum í AIK Stockholm, men teir stríðast hart fyri at røkka øðrum ella triðja plássinum, so evropeiskur fótbóltur aftur verður á skránni komandi summar.

 

Fyrr í dag leikti AIK javnt 1-1 móti GAIS á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi. AIK fekk eina sjokkbyrjan, tá GAIS longu í níggjunda minutti legði seg á odda 1-0. Kosovanski miðvallarin, Bersant Celina javnaði til 1-1 við einum dreymahøggi, tá sjey minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.

 

AIK er triðfremst í deildini við 44 stigum. Teir eru fimm stig aftanfyri Hammarby, ið hevur 49 stig. Sensasjónsliðið, Mjällby er langt fremst við 60 stigum. Mjällby skal bara hava fimm stig í teimum seinastu fimm dystunum, so eru teir meistarar á fyrsta sinni, og snáva teir hjá Hammarby, so verður Mjällby meistari óannsæð.

 

Nógv liðið trýsta AIK. Malmö og GAIS hava 42 stig hvør, IFK Göteborg hevur 41 stig, og Djurgården hevur 38 stig.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 hevur AIK dyst á heimavølli móti Värnamo. Eftir tað er bara fýra dystir eftir at leika í Allsvenskuni.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-GAIS 1-1 (0-1):

 

##med2##