VIDEO: Áki legði upp til mál tá Ranheim vann á toppliði

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Start Kristiansand-Ranheim 2-3 (0-0)

Tað eydnaðist í dag U21-landsliðsliðskiparanum, Áka D. Samuelsen og liðfeløgunum í Ranheim at vinna ein flottan sigur í útidysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Á Sparebanken Sør Arena leikvøllinum í Kristiansand vann Ranheim 3-2 á næstfremsta liðnum í deildini, Start Kristiansand.

 

Tá tveir minuttir vóru leiktir sendi Áki hegnisliga eitt gott hornaspark inn í brotsteigin, ið Tage Bjørdal Haukeberg stútaði í netið til 1-0 til Ranheim. Seks minuttir seinni økti sama Haukeberg til 2-0 við einum góðum skoti. Tað gingu tó bert fýra minuttir, so hevði heimaliðið minkað um munin. Seydina Diop økti til 3-1 við einum væl plasseraðum skoti, tá klokkan vísti 70 minuttir. Men beint aftaná fekk sami Seydina Diop seinna gula kortið fyri óítróttarligan atburð. Start fekk eitt mál aftrat, men nærri komu teir ikki, og so kundu Áki og liðfelagarnir fegnast um ein góðan sigur. 

 

Áki hevur nú skorað átta mál og lagt upp til seks mál í 20 dystum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Ranheim er nummar sjey í deildini við 35 stigum fyri 23 dystir. Bert málmunurin skilir teir frá Lyn Oslo og Sogndal, ið eisini hava 35 stig.

 

Mánakvøldið 29. september hevur Ranheim dyst á útivølli móti Raufoss.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum Start Kristiansand-Ranheim 2-3 (0-0):

 

##med2##