VIDEO: Ari skoraði í javnleiki hjá Vendsyssel móti Hvidovre

(Video) Vendsyssel FF vendi 0-2 til javnleik 2-2

Fyrr í dag spældi Ari Olsen fyrsta dystin fyri Vendsyssel FF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini aftaná uppflytingina úr triðbestu deildini.

 

Vendsyssel FF fekk eina ræðuliga byrjan upp á dystin á útivølli móti Hvidovre. Aftaná bert 15 minuttirs spæl var Hvidovre á odda 2-0.

 

Í seinna hálvleiki vendi Vendsyssel tó dystinum. Fyrst við einum góðum stútari hjá Ara, tá seinni hálvleikur júst var byrjaður.

 

Í 71. minutti javnaði Lasse Steffensen fyri Vendsyssel, eisini við einum góðum stútara, og harvið tryggjaði Vendsyssel sær eitt stig í fyrsta dystinum í kappingini. 

 

HER  ber til frá Viasat Sport at síggja málini frá dystunum Hvidovre-Vendsyssel FF 2-2 (2-0).