Í annaðkvøld klokkan 18 kann Brandur H. Olsen skriva føroyska fótbóltssøgu.
Aldrin áður hevur ein føroyskur fótbóltsspælari vunnið steypakappingina í tveimum londum uttanfyri Føroyar, men hetta kann gerast veruleiki hjá Brandi H. Olsen á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í annaðkvøld klokkan 18.
Tá spælir lið hansara, FH steypafinalu móti Víkingi Reykjavík, ið ikki hevur verið í einari steypafinalu síðani 1972.
Vinnur FH íslendsku steypafinaluna hevur Brandur H. Olsen vunnið steypakappingina í bæði Danmark og í Íslandi, og tað hevur eingin føroyskur fótbóltsspælari megna áður.
Í 2015 skoraði Brandur sigursmálið í donsku steypafinaluni í Parken í Keypmannahavn, tá hann í longdu leiktíðini skoraði til 3-2 móti FC Vestsjælland, ið annars var tann stóra steypasøgan í Danmark tað kappingarárið.
Gunnar Nielsen er í hópinum hjá FH, men vandi er fyri, at hann aftur situr á beinkinum undir steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í morgin.
Her ber til at síggja vakra sigursmálið Brandur H. Olsen skoraði í donsku steypafinaluni fyri FCK í Parkini í 2015:
##med2##
HER ber til at lesa um føroysku spælararnir sum hava vunnið íslendsku steypakappingina síðani ár 2000.