Video: Brellbiti úr føroyska filminum "Lost in Time"

Ein nýggjur føroyskur filmur eftir Pablo Merin

Argentinski filmsleikstjórin og framleiðarin Pablo Merin hevur seinastu árini arbeitt upp á ein nýggjan føroyskan spælifilm. Filmurin kallast "Lost in time", og leikritið hevur hann sjálvur skrivað.

 

Nú er filmurin upptikin, og ein trailari er útkomin á Youtube. Tú kanst síggja videobrotið niðast í greinini her.

 

Talan er um ein spennandi thrillara um ógjørligan kærleika. Filmurin nertir við ymisk evni, eitt nú drama, gátur, trúarlív, kærleika og kriminalitet.

 

Hann snýr seg um ungu Agnes Peterson, sum lesur journalistikk. Hon setur sær fyri at loysa eitt gamalt gátuført mál um Mariu Guttesen, sum hvarv í 1966, tá hon var 20 ára gomul. Tað ger ikki mun, um hon er deyð ella livandi, hon vil bara loysa gátuna um Mariu, sum var systir abba hennara.

 

Kendi rithøvundurin Jákup Jacobsen var ein av teimum, ið var undir illgruna á sinni. Har vórðu tó ongantíð funnin nøkur prógv móti honum. Men hann hevur eftir øllum at døma okkurt at fjala, og í nýggjastu bókaútgávu síni skrivar hann um at kidnappa kvinnur, og hetta brúkar Agnes í sínari roynd at loysa málið.

 

– Agnes skiftir ímillum veruleika og fiktión fyri at loysa málið, fortelur Pablo Merin.

 

Sí trailara til "Lost in Time" her:

 

##med2##