12. umfar í Effodeildini hevur verið í dag. Í Klaksvík vann KÍ sannførandi 4-0 sigur á ÍF. Og 4-0 sigurin var fult í tráð við leikgongdina í dystinum. Ndende Adama Gueye, Jóhan Jacobsen, Ísak Simonsen og Páll Klettskarð skutu málini fyri KÍ.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Serliga málið til 3-0, sum Ísak Simonsen skoraði, var framúr flott. Talan var gott skot uttanfyri brotsteigin. Við sigrinum leitar KÍ fram móti Europa League plássunum.
Les eisini: Samanumtøka av 12. umfari
KÍ - ÍF 4-0 (2-0)
1-0 Ndende Adama Gueye, 32.
2-0 Johan Jacobsen, 40.
3-0 Ísak Simonsen, 73.
4-0 Páll Klettskarð, 90.
Støðan í Effo-deildini eftir 12 umfør:
1. B36 30 stig
2. HB 25 stig
3. NSÍ 20 stig
4. EB/Streymur 19 stig
5. Víkingur 18 stig
6. KÍ 16 stig
7. ÍF 13 stig
8. B68 9 stig
9. AB 8 stig
10. Skála 5 stig